- Eg skilji ikki, hví fólk í Føroyum ikki kunnu vísa virðing fyri rørslutarnaðum, sigur Barba Sandá Nielsen, sum ferð eftir ferð sær, at vanligir bilar parkera á parkeringspláss, sum eru ætlað henni og soni hennara. Sonur hennara er trý ára gamal og hevur rørslutarn.
Hon upplivir javnan, at parkeringsbásar til fólk við rørslutarni eru upptiknir av vanligum persónbilum, sum ikki hava parkeringskort. Eitt parkeringskort er eitt serligt kort, sum verður útgivið til persónar við rørslutarni. Persónar, sum hava hetta kortið, kunnu parkera á parkeringsplássum fyri rørslutarnað.
- Tað virkar ikki sum, at fólk leggja nakað í, um vanligir bilar parkera á parkeringsbásum, sum eru ætlaðir rørslutarnaðum. Eg síggi hatta næstan dagliga í Føroyum. Fólk vilja stilla seg har, so tey kunnu sleppa skjótari framat har, sum tey vilja. Hetta er manglandi virðing og dovinskapur á hægsta stigi, sigur hon.
Trupulleikin við at parkera á vanligum parkeringsbásum er, tá rampan til koyristólin skal úr bilinum. Parkeringsbásarnir fyri rørslutarnað eru væl størri enn vanligu básarnir, soleiðis at pláss er fyri at fáa rampuna og koyristólin út. Tað er ofta ikki pláss til hetta á fleiri av vanligu parkeringsbásunum og fyri tey, ið hava rampu aftanfyri í bilinum, kemur rampan beinleiðis út á vegin, har bilar koyra.
Barba Sandá Nielsen skilir ikki, hví eingin tekur ábyrgd, tá bilar parkera ólogliga á parkeringsbásum, ið eru ætlaðir folk við rørslutarni.
- Onkur má taka ábyrgd, tá hetta hendir. Eg kann ikki flyta bilin sjálv.
Í Føroyum er ikki munur á, um parkerað verður ólógliga á vanligum parkeringsbásum ella á parkeringsbásum fyri rørslutarnað. Bótin er 200 krónur í báðum førum. Í Danmark fær mann eina bót áljóðandi 1020 krónur fyri ólógliga parkering á básum fyri rørslutarnað – dupult so nógv sum vanliga bótin.
MEGD kennir væl til trupulleikan
Tóra við Keldu er forkvinna í MEGD, sum umsitur útgávu og endurnýggjan av parkeringskorti. Hon fortelur, at tey fleiri ferðir hava fingið áheitanir um trupulleikan við ólógligum parkeringum í básum fyri rørslutarnað.
- Vit hoyra frá teimum, sum hava parkeringskort, at tá tey skulu parkera í básunum, so kemur tað meira enn so fyri, at har standa bilar, sum ikki hava parkeringskort. Hatta er ein avbjóðing, sum er ordiliga keðilig. Vit mugu hava virðing fyri, at tað eru nøkur fólk í samfelagnum, sum hava brúk fyri hasum básunum, sigur Tóra við Keldu.
Les alla greinina um parkeringsplássini fyri rørslutarnað í Vikuskiftis Sosialinum frá 4. august