Nú jólini nærkast og í aðrar mátar tá høgtíðir standa fyri durum, so er virksemið á handilsøkinum í Runavíkar Kommunu sera stórt, og hevur hetta eisini sera stóra bilferðslu við sær.
Ein náttúrlig avleiðing av stóru bilferðsluni er sjálvsagt spurningurin um hvar ein kann sleppa av við bilin meðan gingið verður í handlarnar ? og nú meðan vit hava myrkastu tíðina av árinum kann vera trupult ? serliga fyri tey, sum ikki eru væl kend á økinum ? at finna almennu parkeringsøkini.
Fyri at bøta um hesi viðurskifti og fyri at leiðbeina bilførararnar um parkeringsmøguleikarnar, hevur býráðið tikið stig til at kunna um hetta við hjálagda yvirlitskorti.
Í hesum sambandi kunnu nevnast fylgjandi parkeringsøki:
1. Við Ítróttarhøllina, 100 bilpláss
2. Við Læknamiðstøðina, 25 bilpláss
3. Havnarøkið ? vestanfyri Fø. Sparikassa, 90 bilpláss
4. Heiðavegur - Høgaból - Apotekið, 135 bilpláss
5. Grótbrotið - aftan fyri Deild C, 64 bilpláss
6. Við Berøa, 20 bilpláss
7. Við Posthúsið, 12 bilpláss
8. Glyvravegur - við Missiónshúsið, 50 bilpláss
9. Við Glyvra kirkju, 70 bilpláss
10. Nýtt parkeringsøki á Glyvrum, 40 bilpláss
Fyri at lætta um bilferðsluna annars upp undir jól, fer býráðið at einsrætta ferðsluna eftir Heiðavegi soleiðis, at á vegastrekkinum Høgaból-Sjómansheimið verður suðurgangandi ferðslan at fara eftir Fjøruvegi, meðan norðurgangandi ferðslan fer at ganga eftir Heiðavegi.
Í sambandi við einsrættanina av bilferðsluni verða ferðsluskelti sett upp ? og annars verður kunngjørt í bløðunum hvørjar tíðir bilferðslan eftir Heiðavegi verður einsrættað.