Partrolarar bíða eftir betri veðri

- Tríggir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum. Teir fiska tosk og fáa eisini nakað av blálongu og svartkalva

Tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri ráfiskatilfeingið hesa vikuna, vóru bara tvey partrolarapør til fiskiskap.

 

- Tað eina parið hevur mest av toski og kemur inn at landa í dag.

 

Væntandi fara fleiri partrolarapør út aftur, tá veðrið batnar.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tríggir eru á Íslandsrygginum. Teir fiska tosk og fáa eisini nakað av blálongu og svartkalva.

 

- Væntandi landara ein - ella kanska tveir - djúpvatnstrolarar hesa vikuna, varð lagt aftrat.

 

Allir teir smáu trolbátarnir liggja. Teir fara út aftur, tá veðrið batnar.

 

Trý garnaskip fiska svartkalva.

 

- Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í vikuni, verður sagt á Fiskamarknaði Føroya.