Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og skipini hava brúkiligan fiskiskap.
- Væntandi fara onkur pør út aftrat, tá veðrið batnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.
Ein djúpvatnstrolari er á Íslandsrygginum. Teir fáa tosk og eitt sindur av blálongu og svartkalva.
- Hinir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, men fara út aftur, tá veðrið batnar.
Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju.
Sagt verður, at trý garnaskip fiska svartkalva, og skipini hava brúkiligan fiskiskap.
- Væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í næstu viku, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.