- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Skipini fáa mest av upsa, men upsaveiðan er einki serlig. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vka gongur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði, og In.fo kann leggja aftrat, at gulllaksur verður fiskaður til einaferð út á heystið.
Lítið drift er hjá djúpvatnstrolarunum og teimum smáu trolbátunum í løtuni. Ein djúpvatnstrolari partrolar eftir upsa, og ein fiskar blálongu og stinglaks. Restin av djúpvatnstrolarunum og allir trolbátarnir liggja við bryggju.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og væntandi koma bæði inn at landa miðskeiðis í næstu viku. Í seinastuni hevur garnaveiðan eftir svartkalva verið brúkilig. Eitt garnaskip fiskar havtasku, verður lagt aftrat.