Harry og Hanna Wilson:
Partur av okkara bardagasøgu
1. partur
Stutt um Harry
Harry kemur frá eini arbeiðaraklassa umhvørvi. Hann er føddur og uppvaksin í býnum Bury norðanfyri Manchester í Lancashire, har tað varð sagt at ”bummull er kongur”. Bæði foreldrini arbeiddu á verksmiðju. Mamman Sara byrjaði longu sum 11 ára gomul parttíðararbeiði á eini bummullsverksmiðju. So gekk hon eisini part av tíðini í skúla, og var hetta vanligt tá í tíðini. Pápi Harry, sum eisini æt Harry, var handverkari. Hann fór Amerika nøkur ár undan fyrra veraldarbardaga og kom aftur til Bretlands áðrenn bardagin brast á. Har hitti hann Sara, tá ið tey bæði arbeiddu á verksmiðju, sum framleiddi krígsútgerð undir krígnum.
Eftir at vera farin úr skúlanum 14 ára gamal, hevði Harry nøkur smávegis arbeiði, áðrenn hann fór at arbeiða sum skrivstovudrongur á einum arkitektavirki. Hetta gav honum áhuga fyri júst hesum øki, og hann byrjaði at ganga á kvøldskeið at lesa til arktitekt. Hetta varð tó avbrotið, tá ið hann sjálvboðin fór í herin í 1940.
Stutt um heimsbardagan
Ein fortreyt fyri, at Hanna og Harry funnu saman er 2. heimsbardagi, sum annars er ein tann størsra vanlukkan, sum hevur rakt heimin.
Byrjanin er í stuttum tann, at Hitler kemur til valdið í 1933 og fram til 1939 leggur hann størri og størri part av Europa undir seg meira ella minni við góðkenning av restini av Europa, serliga Bretlandi og Fraklandi. Men í 1939 heldur Bretland, at nú er nóg mikið. Tekur Hitler eitt land afturat, so verður kríggj! Tað er júst hetta sum hendir. Tann 1. september 1939 leggur Hitler á Polen, og 3. september boðar forsætisráðharrin Neville Chamberlain frá, at Bretland er í kríggj við Týskland.
Hetta steðgar nú ikki Týsklandi. Tann 9. apríl 1940 leggur Týskland á Danmark og Noreg. Danmark gevur seg undir beinanvegin, meðan Noreg heldur út einar tveir mánaðir. Tá mugu teir eisini geva upp.
Bretar vilja fyri alt í verðini forða fyri, at Føroyar fylgja við Danmark undir týskt ræði. Teir gera skjótt av, og longu 12. og 13. apríl hersetir Bretland Føroyar, og her byrjar sum so okkara søga, sum vit fara at koma aftur til.
Týskland gevst ikki so. Longu tann 10. mai ger Týskland innrás í Hollandi, Belgien, Luxembourg og norðara part av Fraklandi. Fyrst gevur Holland seg yvir fýra dagar seinni og síðan Belgien 18 dagar seinni.
Bretar høvdu eitt stórt tal av hermonnum í Frankaríki, og teir verða nú so hart kroystir av týsku bardagamaskinuni, at teir mugu evakuerast til Bretlands fyri at sleppa undan at gerast fangar hjá týskarum. Teir fara undan týska herinum, og teir flestu savnast í Dunkerque tætt við belgiska markið við Ermasund. Her er stutt yvir um.
Tá var nú ikki smávegis uppgáva at fáa flutt allar hermenn í tryggleika. Men tað eydnaðist í døgunum 29. mai til 4. juni 1940 at flyta 340.000 bretskar og eisini afturat teimum nógvar franskar hermenn til Bretlands, meðan øll tann tunga útgerðin mátti vera eftir. Í evakueringini luttóku 850 skip. Hetta vóru alt frá herskip til fiskibátar, sum vildu hjálpa til.
Henda evakuering verður sum heild roknað fyri at vera væleydnað og verður kallað ”Undrið frá Dunkerque”, hóast tapini sum vóru 7.000 mannalív og 270 skip. Hetta var annars eitt sera stórt bakkast hjá teimum sameindu soleiðis at skula hopa undan týska herinum. Churchill segði eisini tá, at eitt kríggj verður ikki vunnið við evakueringum. Tað bøtti heldur ikki um, at 22. juni noyðist alt Frakland eisini at geva seg yvir.
Var ein av teimum evakueraðu
Her byrjar frásøgnin hjá Harry:
Eg kom til Føroyar í 1943. Var fyrst í Sørvági og síðan 9 mánaðir í Havn. Vanliga vóru vit sendir 18 mánaðir í sama stað, og soleiðis var tað eisini í hesum førinum.
Men eg var í Frankaríki tíðliga undir krígnum í 1940. Eg var við at verða evakueraður. Hetta var tó ikki frá Dunkrque, sum er ein kend søga. Tað vóru fleiri túsund hermenn eftir í Frankaríki, og teir vóru evakueraðir frá Saint Nazaire í Bretagne á vesturstrond Fraklands tvær vikur seinni, og hetta var beint áðrenn Frankaríki fall.
Vanlukkan við Lancastria
Í hesum sambandi hendi størsta vanlukkan hjá Bretlandi undir 2. heimsbardaga, sum tó lítið er vitað um millum manna.
17. Juni 1940 varð bretska troppaskipið Lancastria bumbað av týskum flogførum fimm míl uttan fyri havnina Saint-Nazaire. Tað kom eisini eldur í skipið, tað koppaði og sakk eftir 20 minuttum. Meira enn 4.000 fólk mistu lívið. Tá komið var upp á hetta tal, tá góvust tey at telja.
The Lancastria var eitt 16.000 t. stórt ferðamannaskip hjá Cunard line, bygt í 1922. Tað hevði siglt rutu millum New York og Liverpool til 1932. Síðan hevði tað siglt krússtoktsigling í Miðalhavinum. Nú varð tað so brúkt sum hernaðarligt flutningsskip. Lancastria hevði umleið 6.000 hermenn umborð og afturat teimum eitt tal av flóttarfólki, kvinnum og børnum. Vanliga ferðafólkatalið var 2.200. Men samlaða talið umborð kann hava verið so stórt sum 9.000, tá ið skipið varð bumbað. Bert 2.500 vóru bjargað.
Vanlukkan sum skuldi dyljast
Churchill setti forboð fyri, at tíðindini um vanlukkuna sluppu út til almenningin. Tað vóru longu tá so nógv vánalig tíðindi frá hermótinum, at vandi var fyri, at tíðindini um hesa vanlukku fór at oyðileggja moralin hjá fólkinum.
Tað var ikki fyrr enn seks vikur seinni, 26. Juli 1940, at heimurin fekk at vita um vanlukkuna, tá ið New York Times bar tíðindini saman við ógvisligum myndum frá hendingini. Men lítið er frætt um hesa hending í Bretlandi, hóast hetta er størsta vanlukkan hjá bretum á sjónum yvirhøvur.
Vanlukkan var sædd frá HMS Highlander, ein destroyari, sum varð nýttur til at flyta tropparnar av landi og umborð á Lancastria, sum lá ankrað uttanfyri.
Manningin har umborð gjørdi, hvat hon kundi fyri at bjarga fólkinum av Lancastria. Hetta var ikki lætt, tí fólk sum flutu í sjónum vóru innsmurd í olju, sum var likin frá skipinum.
Tað bøtti ikki um, at hermenninir høvdu fingið boð um framman undan ikki at sleppa teirra riflum undir nøkrum umstøðum. Hetta tóku teir so bókstaviliga, at nógvir av teimum fóru til botns og druknaðu, tí teir ikki vildu sleppa riflunum, hóast tað varð rópt var til teirra um at gera tað.
Tað eydnaðist einum av manninini á Highlander at taka myndir av hesi hending, hóast myndatøka var strangliga bannað. Men nú eru hesar myndir gull verdar. Skiparin á Lancaster Rudolph Sharpe var eisini yvirmaður á ferðamannaskipinum Lusitania, sum eisini varð søkt av týskarum í 1916 undir 1. heimsbardaga. Tá doyðu 2.000 fólk og var hettta inntil tá størsta sjóvanlukkan hjá bretum. Rudolph Sharp hóraði undan tvær ferðir, men triðju ferð gekk ikki. Í 1942 varð hann aftur søktur við sínum skipi, og tá doyði hann.
Sluppu undan týska herinum í seinastu løtu
Harry fór dagin fyri hesa ógvisligu hending, 16. juni á midnátt, úr Frankaríki við einum skipi, sum kallaðist Duchess of York, sum var eitt canadiskt ferðamannaskip, sum nú varð brúkt sum troppaskip. Hetta skip varð seinni søkt av týskarum.
Tað vóru annars meira enn 52.000 bretskir og franskir hermenn sum sluppu úr Saint Nazaire í døgunum 16.-18. Juni, bert tríggjar dagar, áðrenn týskarar tóku býin. Hann gjørdist annars ein av týdningarmestu flotahavnunum hjá týskarum. Her var ein so stór flótidokk, sum tók tey størstu krígsskip.
Deildin hjá Harry hevði eina langa ferð til gongu til Saint Nazaire, har hann og hansara felagar støðugt vóru álopnir av týska Luftwaffe. Teir máttu fara hvør sær og leita sær skjól sum frægast, tá ið hetta hendi. Hesi álop hildu eisini fram, tá ið teir vórðu fergaðir út frá Saint Nazaire í smáum opnum bátum umborð á Duchess of York, hóast teir fingu nakað av loftvernd frá bretskum destroyarum, sum vóru staddir har.
Men ferðin heim gekk væl. Harry minnist sera væl, hvussu hann sá fegin børn spæla á strondini í New Brighton, sum teir sigldu inn til Liverpool. Hann hugsaði tá um tann stóra munin millum hesa sjón, og støðuna hann júst var komin frá.
Framvegis ferðast tey, sum sluppu við lívinum til Saint-Nazaire at minnast hendingina og hava tey tá eisini minngingarhald. Tey hava eisini ein felagsskap, sum skipar fyri hesum minningarhaldum. Í hesum felagsskapi eru 100 av teimum, sum yvirlivdu, og sum búgva um allan knøttin. Tað eru skrivaðar fleiri bøkur um hendingina.
Vistu ikki hvussu týskarar sóu út
Tað var sera hugstoytt, at tað skuldi gangast soleiðis. Bretar høvdu sent ein sera vælútbúnan her til Frankaríki í 1939, men tá ið so týskarar komu var beinanvegin heilt galið. Eitt dømi um trupulleikarnar var, at eingin nakrantíð fortaldi bretsku hermonnunum, hvussu týskarar sóu út. Tí var ringt at skilja vinir frá fíggindum. Hetta var eitt ræðuligt mistak.
Tað tók okkum tríggjar dagar at koma til Liverpool við Duchess of York, og har var stúvað av fólki. Fólkið í Liverpool visti lítið um, hvat ið var hent, og hildu at vit komu heilt úr Canada, hagar bretskir hermenn vórðu sendir til venjing.
Aftaná hesa hending fóru vit til eina hernaðarlegu fyri at koma fyri okkum aftur.
Hetta var ein ring tíð hjá bretum, tí teir óttaðust fyri eini týskari innrás, sum Hitler eisini alment hótti við. Tað mundi vera onkur orsøk fyri, at teir ikki gjørdu innrás kortini, men bretar væntaðu hana veruliga. Tað var vanligt við følskum alarmi mitt um náttina, og hetta legði sjálvsagt eitt eyka sálarligt trýst á fólkið.
Roknaði við at verða sendur til heitari lond
Summir av vinunum vórðu sendir til Norður Afrika, og eg roknaði eisini við at verða sendur hagar. Men tey sendu meg til Cornwall, sum er sunnast og vestast í Onglandi við Ermasund. Har høvdu bretar lagt minur, sum skuldu forða fyri týskari innrás í Bretlandi, hóast tað einki var vitað um nakra ítøkuliga ætlan. Men neyðugt var at gera eitt nágreiniligt yvirlit yvir, hvar hesar minur lógu, so tað tær ikki gjørdust vandafuldar fyri bretsk og sameind skip.
Har vóru vit ikki álopnir av týskarum, men seinni tá eg var í Plymouth, vóru vit álopnir.
Frá Cornwall varð eg sendur til Plymouth, til eina serliga deild at gera tunellir, har eg var hildin at vera serfrøðingur. Plymoth var ein stór flotastøð. Eg skuldi vera við til at gera eina herstøð fyri Mountbatton, sum var admiralur, og sum seinni gjørdist seinasti bretski varakongurin í India. Hann var systkinabarn pápa Elisabeth drotning, King George. Mounbatton varð í august 1979 dripin av IRA, tá báturin hann var umborð varð sprongdur í luftina.
Tað var í Plymouth, at D-dagurin, innrásin í Europa, skuldi fyrireikast.
Her var eg so eina tíð, og fekk so boð um at fara norður eftir til eina uppgávu. Eg skuldi fara av landinum aftur, men hetta varð so avlýst. Síðan vóru einir 40 okkara tiknir út at verða sendir til okkurt stað, sum vit ikki visti hvar tað var. Vit roknaðu við at verða sendir onkunstaðni við Miðalhavið. Tá vóru vit sendir til Yorkshire norðuri í Onglandi. Í september 1943 varð eg boðsendur at fara til Halifax í Yorkshire, og vit vandu har átta vikur, og var hetta ein hørð og áhaldandi venjing. Her runnu vit niðan og oman fjøllini.
Tá fingu vit boð um at fara til goymsluna á herstøðimi at fáa tropuklæðir. Hetta tóku vit sum eina ábending um, at vit skuldu fara í heitari lond.
Leiðin gongur til Føroyar
Men so fingu vit boð um at lata klæðini inn aftur, so onkur ætlan hevur verið broytt. Hesa tíðina vóru nakrir serfrøðingar sendir til Ruslands, sum nú var ein av teimum sameindu. Men vit vistu ikki, hvagar vit skuldu fara. Vit vóru einir 14 í bólkinum. Síðan vórðu vit sendir til Glasgow, har vit skuldu fáa nærri boð. Júst tá varð vístur ein filmur fyri okkum um onkran oyggjabólk í Kyrrahavinum, tað var vist Hawaii, og vit spekuleraðu uppá, um vit mundu fara at verða sendir hagar!
Men úr Glasgow vórðu vit sendir til Inverness í Skotlandi og haðani til Invergordon, har tað var ein stór flotastøð. Her sóu vit eina rúgva av fólki, sum vóru komin heim í farloyvi úr Føroyum. Hetta sóðu vit á einum tekni, teir høvdu á uniforminum, sum var ymiskt fyri hvørja herdeild. Teknið hjá teimum, sum komu úr Føroyum var eitt tjaldur, og tá varnaðust vit, at tað var til Føroyar, vit skuldi fara.
Vit fara umborð á skipið Ben My Cree, og eg haldi at hetta var eitt skip, sum vanliga sigldi við ferðafólki til Isle of Man, og sum nú var nýtt til troppaflutning. Eg hevði verið umborð á hesum skipi í friðartíð til Isle of Man. Vit komu upp til Føroyar ein sera myrkan dag. Eg haldi, at tað var seint í september ella fyrst í oktober. Tað var jú myrkalagt, tá vit komu inn móti Havnini, so tað var lítið vit sóu. Men síðan sigldu vit til Sørvágs. Nakrir av hermonnunum skuldu heim til Bretlands, og vit komu fyri teir. Tá vóru framvegis ein hópur av bretskum hermonnum í Vágum, sum jú var høvuðsstøðin fyri bretarnar í Føroyum. Her vóru jú upp til 5000 bretskir hermenn í senn, og tað vóru upp til 9.000 hermenn í øllum Føroyum. Vágafólk vóru ein lítil minniluti í oynni, og tey máttu enntá hava pass, um tey skuldu í oynna. Her vóru bretskir stovnar av ymiskum slagi sum sjónleikarhús, kirkja og eisini sjúkrahús.
Men júst um hesa tíðina byrjaðu bretar at senda hermenninar heim aftur í rættiliga stórum tali. Vandin av týskarum var tá ikki so stórur longur. Teir høvdu nóg mikið um at vera í Russlandi, samstundis sum bretar høvdu meira brúk fyri sínum hermonnum á øðrum hermótum, eisini í samband við ætlaða D-dagin.
Antiklimaks at koma til Føroyar
At koma til Føroyar var eitt slag av antiklimaks. Eg var væl útbúgvin hernaðarliga, og hevði eisini eina góða venjing frá fyrra partinum av krígnum, har eg jú hevði verið úti fyri einum sindri av hvørjum. Men so at koma til Føroyar, har tað veruliga ikki var nakar bardagi. Hetta var sanniliga ein stórur munur.
Her var eisini ein deild av Cameronians, sum eisini veruliga hevði roynt at verið í bardaga aðra staðni, teir høvdu tá mist 120 av 850 monnum. Teir vóru sera væl vandir. Leiðarin hjá teimum hevði fingið eina ta hægstu medaljuna í bretska herinum. Teir munnu hava havt somu kenslu, sum eg sjálvur.
Sjálvur var eg við í einum verkfrøðingaliði, sum hevði byggiuppgávur um hendi.
Eg var so í Vágum í 20 mánaðar. Tað vóru aðrir, sum høvdu verið í hálvt fjórða ár. Fólk vóru sera vinarlig, og eitt tað fyrsta eg minnist er, at tveir hermenn vórðu giftir við tveimum systrum. Tað vóru annars nógv giftarmál millum bretskar hermenn og gentur úr Vágum.
Kom at kenna nógv fólk
Eg kom eisini at kenna nógv fólk í Sørvági. Ein tann fyrsti føroyingur, sum eg kom at kenna kallaðist Sanna Petersen. Hon átti ein beiggja sum æt Hanni, og sum var bátasmiður. Hon hevði eisini ein beiggja sum kallaðist Napoleon Petersen, sum var skúlalærari í Sørvági, seinni gjørdist hann lærari á Slættanesi. Hann var pápi Kára, sum giftist við Maritu Petersen, løgmann fyrst í 90-unum, sum tað júst er skrivað ein bók. Eisini var ein beiggi sum kallaðist Poul. Hann varð ítróttarlærari í Havn. Hann gjørdist formaður í ÍSF og ítróttarráðgevi hjá skúlunum. Hann plagdi í 50-unum at ferðast til teir ymisku skúlarnar á landinum at leggja teimum lag á við ítrótti. Ein annar beiggi var Daniel.
Eg kom eisini at kenna Joensen familjuna í Sørvági. Eg og Leon Joensen, sum gjørdst tingmaður fyri Sambandsflokkin 1954-1974, blivu góðir vinir. Eg kendi eisini foreldrini hjá honum. Kendi eisini væl Giggu Mouritsen, sum búði í Havn, og sum var gift við Karl í Kaffivogninum. Louis Joensen, sum búði seinni í Mykinesi, var beiggi Giggu. Hann doyðu longu, tá ið hann var 50 ár. Poul Arni, Karla, Kristoffur og Louis, systkin hjá Giggu, vóru systkinabarn Leon. Páparnir vóru brøður. Tey gomlu vóru sera fitt. Tey plagdu at siga við meg, tá eg fór til Havnar, at eg mátti fara at vitja Giggu, og har vitjaði eg ofta. Eg kendi eisini fleiri á mínum aldri, sum til dømis Frits og Lars Larsen, sum er kendur frá Flogfelagnum. Frits var tá elektrikari og arbeiddi á flogvøllinum, tá bretar høvdu hann. Leon og Louis vóru formenn. So eg kendi ein hóp av fólki á hesum leiðum.
Men at koma úr Vágum til Havnar var sum at koma til ein stórbý.
D-dagurin
Her skal komast inn á eina aðra týdningarmikla hending undir krígnum, og var hetta tann sokallaði D-dagurin, tá ið teir sameindu gjørdu innrás í Normandínum í Frankaríki fyri endaliga at kunna basa týska herinum. Hesin dagur var 6. juni 1944.
Her hendi ein syrgilig vanlukka, tá ið amerikanarar mistu eini 900 fólk 28. apríl 1944 í Devon, tá ið skip hjá teimum vóru álopin av skjóttgangandi týskum bátum. Hetta var beint fyri innrásini í Europa D-dagin, og teir gjørdu hernaðarroyndir uppundir innrásina.
Her er nú reistur einn minnisvarði fyri teir falnu amerikanararnar. Hetta var ein ræðuligur sorgarleikar. Tað var fyri kortum eitt minningarhald her, og fleiri amerikanarar, sum vóru har tá, komu og teir greiddu frá hesi søguni. Hetta var eisini ein søga, sum einki varð tosað um tá, og sum tí heldur ikki kom alment fram fyrr enn nógv seinni.
Tað vóru fleiri føroyingar við í D-degnum, sum var eitt stórt avrik. Longu fyrsta dagin vóru 150.000 sameindir hermenn settir í land í Europa. Av hesum fullu 5.000. Men hetta var byrjanin til endan hjá Hitler í Europa.