Partur av Villingadalsvegnum stongdur vegna vatnleka

Villingadalsvegurin í Havn er partvís stongdur. Orsøkin er ein vatnleki, ið ger um seg.

 

Tórshavnar kommuna skrivar soleiðis á síni heimasíðu:

 

Vegna vatnskaða á Villingadalsvegnum, verður vegurin stongdur fyri ferðslu frá Eystara Ringvegi niðan til Blákollugøtu.

 

Ferðslan oman eftir Villingadalsvegnum koyrir sum vanligt.

 

Roknast kann við, at vegurin er opin aftur fyri allari ferðslu mánadagin 31. januar.