Passaligt fyri eina bygdargentu

Mari Hamrá úr Kvívík lesur til sosialráðgeva í Odense, hon heldur býin vera so deiliga hugnaligan og sera passaligur í stødd fyri eina bygdargentu.

Mari Nanna Hamrá Hammeken, 27 ár.

Havið búð tað mesta av lívinum í Kvívík, so eg kalli meg kvívíking.


Hvar ert tú stødd?

Bjørnemosen í Odense


Nær flutti tú til Odense?

Mars 2004


Hví flutti tú til Odense?

Eg skuldi lesa til sosialráðgeva. Tað hevur gingið væl og verði vónandi liðug nú síðst í juni.


Hvussu er við málinum – var/er tað torført at skula tosa danskt?

Nei. Fyri meg var tað eingin trupulleiki, havið altíð tosað danskt við pápa mín og tosaði danskt áðrenn eg tosaði føroyskt. So tað danska málið hevur ikki verið nøkur forðing hjá mær.


Hvat dámar tær í Odense?

Mær dámar sera væl í Odense. Tað er ein so deiliga hugnaligur býur, sera passaligur í stødd fyri eina bygdargentu. Her er alt og tað er aldrin longur burturi enn, at ein kann súkkla hagar ein skal.

Mær dámar serstakliga væl at fara á grønmetismarknað í gamla býarpartinum, tað er ein serligur hugni har, eisini um veturin tá jólamarknaður er.

Annars er tað síðsta nýggja Bazar Fyn, har fæst alt, serliga matur av útlendskum uppruna. Har eru grønmetishandlar, slaktari, fiskahandil, matvøruhandlar, matstovur o.s.fr. Har keypa vit nógv.


Er tað nakað tær ikki dámar við at búgva í Odense?

Ja, also...kundi hugsa mær, at fleiri av mínum vinfólkum búðu her. Men tað letur til, at tey trívast best í Keypmannhavn, so har er ongin vón. Og so tað at DSB prísirnir eru so høgir, at ein kann ikki ferðast til Keypmannahavnar, tá ein hevur hug, í øllum førum ikki tá ein er lesandi og fær SU.


Hvussu er fólkið í Odense? – minna tey um føroyingar?

Nei, føroyingar eru so serstakir, ongin minnir um teir! Men eg má siga at fólkið her tykist at vera eitt sindur blíðari enn í stórbýnum, ein kemur oftari at tosa við fólk á gøtuni her enn í Keypmannhavn.

Vit koma nokkso nógv saman við íslendingum og teir minna kanska eitt sindur meira um føroyingar enn danir.


Hvussu er danski maturin, dámar tær hann?

Ja, sera væl. Havið eina góða danska ommu í Hósvík, so tað eri eg von við. Men man tað ikki vera nógv í Føroyum, sum eta nógvan danskan mat so sum fleskasteik, frikadellur, kotelettir o.a.?

Men eitt sum eg farið at leingjast eftir tá vit flyta heim, verður alt grønmeti. Her fæst altíð frískt grønmeti av ymsum slag sera bíliga. Tað verður ringt at venja seg av við.


Hvussu er veðrið í Odense?

Akkurát nú er deiligt veður. Sum gott føroyskt summarveður. Vit høvdu fyri stuttum eina viku við 30 hitastigum, tað er deiligt tá ein hevur frí, men ikki tá ein skal í skúla o.s.fr.


Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya?

Ja sjálvandi! Sum ætlanin sær út nú, so flyta vit heim um 1,5-2 ár, tá maðurin er liðugur at lesa.