Passat CC ársins kvinnubilur

Volkswagen Passat CC er kosin ársins kvinnubilur 2010 í Danmark.

Ein dómsnevnd við 20 kvinnum hevur kosið VW Passat CC sum “Kvindebilen 2010” í Danmark.

Í dómsnevndini vóru m.a. Margrethe Vestager, Andrea Elisabeth Rudolph, Pernille Rosendahl, Szhirley og Le Gammeltoft.


Tiltakið var í Keypmannahavn, har tilsamans 17 bilar kappaðust um at blíva ársins kvinnubilur í Danmark.


VW Passat CC fekk 250 stig av 300 møguligum. Nummar tvey og trý blivu ávikavist

Ford Kuga og LandRover Discovery .