Patrik skoraði hattrikk

Løgmanssteypið: Við stórsigri á heimavølli ímóti AB í kvøld hevur KÍ mest sum tryggjað sær pláss í steypafinaluni

KÍ málskjúttar í 4-0 heimasigrinum ímóti AB í kvøld vóru Patrik Johannesen (3) og Jóannes K. Danielsen Mynd: nordlysid.fo/Oliver Joensen

Týskvøldið 17. juni fer KÍ legan útferð suður í høvuðsstaðin. Ørindini vera at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið ímóti AB. Eftir heimadystin í fína summarveðrinum millum Kjøl og Háfjall í kvøld er tað mest sum greitt, at atgongumerki at vera annar parturin í steypafinaluni verður í viðførinum norðuraftur.

 

Hvørjum finalan verður ímóti fæst ein ábending kanska um í annaðkvøld, tá ið B68 og Víkingur fara at spæla fyrru hálvfinaluna á Svangaskarði.

 

Menninir hjá Øssuri Hansen, AB venjara, var í ógvuliga verjukendari útgávu. Vónin var, at um tað eydnaðist at halda tætt, so fór spenningur at vera í, tá ið seinna hálvfinalan verður.

 

KÍ var frá fyrsta bríksli fyri tað mesta á bóltinum, og AB verjan var væl skipað. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom hol á, eftir fyrra hálvleik var 2-0, og so vann heimaliðið 4-0.

 

Ein av eyðsýndu KÍ spælarunum var Árni Frederiksberg, sum tann tíman, hann var á vøllinum, legði upp til trý mál. Ein annar av eyðsýndu spælarunum var Patrik Johannesen, sum skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki, og sum skoraði hattrikk, áðrenn hann varð skiftur út.

 

Ein annar av eyðsýndu spælarunum var vongverjin í høgru Jóannes K. Daniesen, sum aftur og aftur breyt ígjøgnum í høgru, og sum úr spískum skoraði til 3-0.

 

AB hevur fyrr í ár sent bæði FC Suðuroy og EB/Streym úr steypakappingini, og nú venda argjamenn eygunum ímóti leygardegnum, tá ið teir fara at spæla landskappingardyst á útivølli ímóti B71.

 

Hjá KÍ er næsta uppgávan verður sunnudagin á útivølli ímóti TB.

 

 

 

KÍ – AB 4-0 (2-0)

 

1-0: Patrik Johannesen

 

2-0: Patrik Johannesen

 

3-0: Jóannes K. Danielsen

 

4-0: Patrik Johannesen

 

Dómari: Rúni Olsen

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Gaston Tellechea, Robert Williams – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Dávid B. Andreasen, Martin Gonzalez – Jonn Johannesen, Patrik Johannesen

 

AB: Jesper C. Sørensen – Rói Heðinsson Olsen, Dánjal Danielsen, Søren N. Samuelsen, Tóki Næss Rasmussen, Beinir Ellefsen – Rógvi Skála, Luca Ørsted Thorstensen, Sjúrður Henriksen, Bjarki C. Nielsen – Bartal Skaalum Petersen

 

KÍ málskjúttar í 4-0 heimasigrinum ímóti AB í kvøld vóru Patrik Johannesen (3) og Jóannes K. Danielsen Mynd: nordlysid.fo/Oliver Joensen