Paul Clapson til Ísland

Paul Clapson, ið upprunaliga varð keyptur sum málverji, vísti seg at vera sannur fongur í hinum endanum á vøllinum tí hann hevur heilt serlig evnir at gera mál. Hann kom alt fyri eitt langt upp á listanum yvir málskjúttar í Formula deildini, ið er besta deildin í føroyskum mansfótbólti.

 

Clapson kemur nú at spæla í næstbestu deildini í íslendskum fótbólti, og ein so sterkur leikari, og hann er, fer óivað at gera vart við seg alt fyri eitt. Tað man ivaleyst eisini vera júst tí, at íslendska felagið hevur valt at fingið sær sterka málmannin/áleyparan.