Tey flestu kenna óivað til karaoke, og at syngja ein sang til stuttleikar er ikki nógvum ókent. Men har tað hjá summum ikki hevur so stóran týdning, er heilt øvut hjá øðrum.
Karaoke Føroyar hevur í dag kunngjørt á Facebook-síðu teirra, at tveir føroyskir luttakarar vera við millum tey 58, sum luttaka í heimsmeistaraskapinum í Vancouver, Kanada í 2016.
Á síðuni hjá Karaoke Føroyar stendur eisini at lesa, nær føroysku luttakararnir, Kjartan Torbensson og Paula Danielsen, skulu syngja.
Fríggjadagin:
1. Umfar:
Kjartan nr. 51
Paula nr. 8
2. Umfar:
Kjartan nr.1
Paula nr. 46