Tað verður Pauli G. Hansen av Skála, sum skal loysa Toda Jónsson av í føroyska landsliðshópinum.
Tað var avgerðin, sum føroysku landsliðsvenjararnir tóku, tá nýggjur maður skuldi finnast í hópin.
Við sportalin segði Pauli, at hann er sera fegin um úttøkuna, og at hann vónar, at tað skal bera til at fáa frí frá starvinum hesar dagarnar, sum landsliðshópurin er savnaður.
Pauli G. Hansen er miðvallari, men fyri tað tykjast áleyparar ikki at resta í føroyska hópinum. Undan Fraklands-ferðini varð Jónhard Frederiksberg tikin út fyri leikbannaða Johan Byrial Hansen, so í so máta er býtið millum keturnar nú tað sama, sum tað var til dystin móti Kypros.
Hinvegin tykist hetta vera ein ábending um, at Johan Byrial Hansen spældi seg mest sum úr hitanum í dystinum móti Kypros. Hann var sjálvandi leikbannaður til dystin móti Fraklandi, men at ein maður, sum seinast var millum teir fyrstu ellivu, ikki verður slúsaðust aftur í hópin, nú fráfall hevur verið, kundi bent á, at venjararnir ikki síggja hann sum ein essentiellan part av hópinum.