Pauli G. Hansen úti í nakrar vikur

Pauli G. Hansen fór av vøllinum við vøddaskaða í steypafinaluni á ólavsøku, og hann verður ikki tøkur komandi vikurnar. Ein annar maður hjá EB/Streymi, sum hevur verið úti í nakrar vikur, er René Tórgarð. Hann er við at koma við fyri seg og hevur sitið á beinkinum síðstu dystirnar, og so verður aftur í kvøld.

Eisini Gudmundi Nielsen rokna tey við í Sundalagnum. Sunnudagin fór hann av vøllinum við einum minni skaða, men hann er komin fyri seg aftur.

 

Hjá AB eru Kenneth Jacobsen og Mortan úr Hørg við aftur. Teir vóru ikki við seinast. Eisini John Hammer, sum hevur verið sjúkur, er við aftur. Hinvegin vanta bæði Evrard Blé og Høgni Joensen í kvøld. Fyrstnevndi er leikbannaður og hin er skaddur.

Hetta kemur dátt við hjá AB, sum einans hevur fingið tvey stig úr teimum seinastu seks royndunum.

Tískil eru teir bara tvey stig omanfyri niðurflytingarmarkið.

Hjá EB/Streymi hevur hinvegin gingið nakað betri, og vinna teir í kvøld, er hetta fjórði í landskappingini á rað.

 

Dysturin millum EB/Streym og AB verður við vøllin við Margáir í Streymnesi klokkan 19.00.

 

Rás2 sendir frá dystinum.