Pauli Mittún gjørt trý ára sáttmála við Team Sydhavsøerne

Aftaná eitt ár í norskum hondbólti fer Pauli Mittún at royna seg í Danmark

Mynd: Team Sydhavsøerne

Team Sydhavsøerne sum liggur triðfremst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt ein trý ára sáttmála við 20 ára gamla hoyvíkingin, Paula Mittún sum hevur roynt seg í Kristiansand í bestu norsku hondbóltsdeildini farna kappingarárið.

 

Ætlanin er, at Pauli skal vera spælskipari hjá Team Sydhavsøerne. 

 

Pauli sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at hann gleðir seg til at gerast ein partur av einari spennandi verkætlan, ið er í gongd hjá suðuroyggjamonnum. Pauli metir Team Sydhavsøerne vera eitt lið, har hann framvegis kann menna seg sum hondbóltsleikari á høgum støði. Umstøðurnar og venjingarmentanin hava eisini gjørt sítt til at draga Paula til Team Sydhavsøerne.

 

Pauli hevur áður búð í Danmark. Hann hevur verið á talentakadamiinum í Skjern og á SHEA í Skanderborg, og hann sigur seg trívast væl í Danmark. 

 

Team Sydhavsøerne er í løtuni fimm stig aftanfyri oddaliðið, Ringsted. Tað er bert fremsta liðið í næstbestu deildini, ið flytur beinleiðis upp. Næstfremsta og triðfremsta liðið mugu spæla uppflytingardystir móti liðum úr bestu deildini. 

 

 

 

Mynd: Team Sydhavsøerne