Pauli og Helgi vunnu á Kjartani

Føroyingauppgerð var í bestu norsku hondbóltsdeildini í dag

Føroyingauppgerð var í bestu norsku hondbóltsdeildini í dag. 

 

Liðið hjá Paula Mittún og Helga H. Hoydal, Kristiansand sum tók móti Bækkelaget, sum hevði Kjartan Johansen við á liðnum í dag. Kjartan hevur verið rættiliga darvaður av skaðum hetta kappingarárið.

 

Tað endaði við einum teprum 31-30 sigri til heimaliðið, Kristiansand. Bækkelaget var annars á odda 15-12 í steðginum. 

 

Tá fimm minuttir vóru eftir var Kristiansand á odda 29-26. Bækkelaget megnaði at koma upp á 29-29 og 30-30, men Kristiansand fekk seinasta orðið og knógvaði ein 31-30 sigur heim.

 

Helgi skoraði eitt mál og Pauli legði upp til fýra mál hjá Kristiansand. Kjartan skoraði tvey mál og legði upp til fýra mál hjá Bækkelaget.

 

Kristiansand er nummar sjey í deildini við 16 stigum, og Bækkelaget er nummar 10 við 14 stigum. 

 

Nú fara menn at ferðast heim til Føroya fyri at fyrireika seg saman við hinum í landsliðshópinum til EM-undankappingardystirnar móti Rumenia.

 

Dysturin móti Rumenia í høllini á Hálsi í Havn verður leiktur komandi mikukvøld klokkan 19. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.