Pauli Vang 65 ár

Í dag, leygardagin 18. september, verður Pauli Vang, Glyvrar, 65.

Pauli er føddur í Kaldbak í 1939, sonur Einar og Vilborg (fødd Nolsøe). Hann vaks upp í Kaldbak saman við yngru beiggjunum Árna, Pola (Napoleon) og August.

Í 1967 giftist hann við Almu (fødd Hansen). Tey búðu í Havn inntil 1970, tá tey fluttu inn á Glyvrar, har tey búgva enn. Alma og Pauli eiga synirnar Einar, Dánial, Búgva og Trygva. Ommu- og abbabørnini eru seks í tali.

Pauli fór til skips sum 15 ára gamal við línubátinum Vón. Hann er nú við Krúnborg og hevur sostatt arbeitt á sjónum í 50 ár.

Fyri tað mesta hevur hann verið við Boðanesi, Polaris og Krúnborg. Millum onnur skip, hann hevur verið við, kunnu nevnast Gullfinnur, Skúgvur, Havørnin, Brestir og Mjóanes. Eitt tíðarskeið var hann við troli í Suðurafrika og við nót í Senegal.

Pauli er ein álítandi maður við fáum orðum, røkin og hevur gott tol.

Føðingardagin er Pauli burturstaddur.

Hjartaliga tillukku við degnum og nógv góð ár framyvir.