PE á Argjum steingir

Handilin er hvørki tíðarhóskandi ella stórur, og tí velja vit at stongja, sigur stjórin í PE.

Seinastu nógvu árini hava argjafólk verið von við at gjørt síni matvøruinnkeyp í niðaru hæddini á Argjavegi 17, har matvøruhandilin PE hevur húsast. Men soleiðis verður ikki longur, tí at leygarkvøldið 9. juli verður handilin stongdur á seinasta sinni, og hann letur ikki upp aftur.

 

Tað er bert í PE og í Effostøðini, at argjafólk hava møguleika at avgreiða síni matvøruinnkeyp. Hví stongir PE?

 

- Handilin er hvørki tíðarhóskandi ella nóg stórur, og tí velja vit at stongja, sigur Petur Eirik Djurhuus, sum er stjóri í samtakinum PE.

 

Hann vísir á, at avgerðin hevur verið umhugsað í longri tíð. Eisini váttar stjórin, at í øllum førum í farna ári var fíggjarligt hall í handlinum á Argjum.

 

- Handilin hevði eitt undirskot í fjør, sigur Petur Eirik Djurhuus.

 

At enda sigur Petur Eirik Djurhuus, at niðara hæddin nú er seld til Tatanka.

 

Tað hevur sæð nakað tómligt út á hyllunum í PE seinastu vikuna, tí at handilin roynir at selja sínar síðstu vørur út. Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin verður ávíkavist 10%, 15% og 20% avsláttur av øllum vørum, har argjafólk fáa møguleika at biðja einasta veruliga matvøruhandli sínum farvæl.