PE opnar handil í Sørvági

Flytingar  er rætta orðið, tá tú skalt lýsa handilslívið í Vágum beint nú.
PE tekur yvir handilin hjá Valdemar í Sørvági og førir hetta nógvar broytingar við sær

Í nógv ár hava sørvingar havt tveir matvøruhandlar - hjá Valdemar og Løðuhandilin. Hesir liggja síðu um síðu, og kappingin hevur mangan verið hørð.
Nú gevst Valdemar Simonsen og hansara familja við handlinum, og ístaðin tekur PE yvir teirra handil.
Í hesum høpi gevst Sólva Thomassen eisini við sínum handli  Løðuhandilinum  og fer ístaðin inn til Valdemar at arbeiða.
 Tá eg fekk hetta tilboðið segði eg fyrst nei. Men tá eg hugsaði eitt sindur víðari helt eg tað verða eitt gott hugskot at sleppa av við alt og fáa minni ábyrgd, sigur Sólva Thomassen.
Orsøkin til at Petur Eirik Djurhuus, sum eigur PE, vildi hava Sólvu við, var at hon hevði Samkeyp, og teir vildu hava Samkeyp inn til handilin hjá Valdemar.

Broyta navn
 Vit hava yvirtikið báðar handlarnir og leigað hølini, sigur Petur Eirik Djurhuus.
Starvsfólkini í Løðuhandlinum hava øll fingið tilboð at koma við inn til handilin hjá Valdemar, og starvsfólkið har verða øll verðandi í handlinum, sum nú fer at broyta navn til PE.
Stjóri í nýggja handlinum verður Ingi Ørvarodd, sum nú er stjóri í PE á Argjum.
 Vit fara at byggja handilin um í mai. Tá verður hann stongdur í tríggjar vikur, men tá fer Løðuhandilin at verða opin, sigur Petur Eirik Djurhuus. Nýtt ljós skal leggjast inn, veggirnir málast, og kassaskipanin skal skiftast út.
 Hesin handlin skal líkjast PE á Hálsi. Tað verður meira ein matvøruhandil nú, og tógvið skal millum annað takast burtur, sigur Petur Eirik.
Apoteksvørurnar, sum eru nú, verða tó verðandi.

Ein triði handil
Á loftinum hjá Valdemar eru nú tveir handlar - Kurvin og Sorella - sum selja ávíkavíst innbúgv og klæðir. Har skal eisini byggjast um, og væntandi skal ein triði handil opnast.
Hvat ið ferð at henda við Løðuhandlinum veit ongin í dag. Hølini verða nokk lýst tøk til handilsvirksemi. Men bæði Sólva Thomassen og Petur Eirik Djurhuus eru á einum máli um, at tað nokk ikki verður matvøruhandil har.
 Hølini eru ov lítil og ótíðarhóskandi til matvøruhandil, sigur Sólva Thomassen.

Sandavágsbakarin
Bakaríið hjá Valdemar, sum hevur latið breyð runt allar Føroyar, er nú eisini yvirtikið av bakaranum úr Sandavági, Jóhannes Guðjónsson. Hann ætlar sær ikki at broyta nakað stórvegis, men heldur fram í fótasporinum hjá Valdemar Simonsen.
Einasta sjónliga broytingin er, at á breyðpakkunum stendur ikki frá Valdemar longur, men frá heimabakarínum úr Sandavági.