Pedagogar í verkfalli fingu 4,5 milliónir í løn

Tað er nógv lættari at rinda lønina, og so at draga hana frá aftur seinni, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum

Pedagogarnir hjá Almannaverkinum, sum vóru í verkfalli, fingu einar 4,5 milliónir krónur í løn úr landskassanum í desember. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin hevur spurt hana, hvussu tað ber til, at landskasin rindaði pedagogum løn í desember, hóast teir vóru í verkfalli, og hann spurdi eisini um hon ikki helt, at verkfallið varð óneyðuga drúgt av tí sama.

 

Kristina Háfoss sigur, at tað er so nógv lættari at rinda teimum løn, sum vanligt, men so at draga lønina frá lønini aftur, tá ið verkfallið er liðugt, tí tá vita tey, hvussu leingi, verkfallið hevur vart, og hvørjir pedagogar hava havt undantaksloyvi, os.fr.

 

Kommunurnar hava eisini pedagogar og hjálparfólk, sum eru um leið tvær ferðir fleiri enn landið, og eisini allar kommunurnar rindaðu teimum løn – uttan Runavíkar Kommuna, eftir tí sum kom fram í miðlunum.

 

Kristina Háfoss vísir á, at hetta er vanlig mannagongd, og at tað er full heimild til tað. Men tímalønt hava ikki fingið løn fyri tímar, tey ikki hava arbeitt.

 

Men hendir tað seg so, at pedagogar fara úr starvi, áðrenn teir fáa løn aftur, verða teir kravdir eftir lønini, teir hava fingið fyri tíðina, teir ikki vóru til arbeiðis.

 

– Tað verður gjørt javnan alt árið, at løn verður rættað, tí onkuntíð fáa fólk ov nógv í løn, og onkuntíð fáa tey ov lítið í løn, og so verður tað rættað so hvørt sigur Kristina Háfoss.

 

Spurningin um hon helt, at tað fekk verkfallið at verða óneyðuga drúgt, svarar hon ikki upp á.