Pedagogfelagið fær samráðingar nú

Eftir fund við øll álitisfólkini seinnapartin krevur Pedagogfelagið arbeiðsgevararnar aftur til samráðingarborðið beinanvegin. Fundur verður aftur í morgin. - Sáttmálin fór úr gildi 1. oktober. Seinasti fundur var síðsta fríggjadag. Tann samráðingarroyndin gekk eftir okkara tykki væl, men mótparturin valdi at niðurleggja fundin. Nú vilja vit ikki bíða meira, men vilja aftur til samráðingarborðið beinanvegin, og at vit tá samráðast út í eitt, til komið er á mál, sigur Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Pedagogfelagnum, við Rás2.

Samráðingarnar millum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Aarbeiðsgevarafelagið hinumegin byrjaðu 25. september, men enn er eingin sáttmáli undirskrivaður.

Nú er Pedagogfelagið farið at ótolnast, og felagið hevur seinnapartin í dag havt fund við øll síni álitisfólk. Eftir fundin kravdi Pedagogfelagið arbeiðsgevararnar aftur til samráðingarborðið beinanvegin.

Pedagogfelagið fekk skjótt svar frá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Tey eru sinnað at koma aftur á fund í morgin.

Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Pedagogfelagnum, hevur sum heild góðar vónir um, at tað fer at eydnast at undirskriva nýggjan sáttmála.

- Vit eru positiv og vænta sjálvandi, at ein semja fer at spyrjast burturúr. Men tað skal taka tað tíð, tað tekur, sigur Jarvin Feilberg Hansen við Rás2.