Fiskivinna
Árni Joensen:
Um nakrar fáar mánaðir kemur nýggja Norðborg, sum klaksvíkingar lata byggja í Kili. Men talan er ikki bara um eitt nýtt skip, men um eina nýggja og nýskapandi verkætlan í føroysku fiskivinnuni.
Tí Norðborg er ikki bara eitt skip til uppisjóvarfiskiskap, men ein flótandi verksmiðja. Skipið skal frysta allan svartkjaftin og alla lodnuna, sildin verður skorin, og slógvið verður brúkt til lýsi og fiskamjøl, sum eisini verður framleitt umborð. Roknað verður við, at skipið fer at virka millum 20.000 og 23.000 tons av lidnari vøru um árið.
Egið sølufelag
Ein flótandi verksmiðja við fjølbroyttari framleiðslu setir onnur krøv enn eitt vanligt uppisjóvarskip, og tí hava eigararnir valt at stovna eitt nýtt sølufelag, sum í fyrsta lagi skal átaka sær at selja vøruna hjá nýggja skipinum.
Tað eru feløgini, sum eiga Norðborg og Christian í Grótinum, sum hava stovnað nýggja sølufelagið P/F Atlantic Pelagic Faroe saman við smápartafeløgunum Sp/f 5163 og Sp/f PHS-invest í Syðrugøtu og norska felagnum Atlantic Pelagic AS. Norska felagið er dóttirfelag hjá stóru norsku fiskivinnufyritøkuni Austevoll, og tveir av nevndarlimunum í nýggja felagnum eru norðmenn.
Partapeningurin er 500.000 krónur.
Náttúrligt samstarv
Tað er ikki av tilvild, at stigtakararnir hava valt at samstarva við júst Austevoll. Hetta felagið átti upprunaliga í Christian í Grótinum, men hóast felagið bleiv keypt út seinni, hevur samstarvið hildið fram, sigur Pól Huus Sólstein, sum er stjóri í P/F Atlantic Pelagic Faroe.
Sjálvur hevur Pól Huus Sólstein drúgvar royndir sum sølumaður í pelagisku vinnuni, har hann hevur arbeitt hjá Havsbrún og íslendska felagnum HP Grandi, og hann dylur heldur ikki fyri, at tað nýggja felagið vil fegið bjóða sær til at selja vørur fyri aðrar.
-Sjálvandi er tað eitt av málunum, sigur hann.
Austevoll framleiðir og selir millum 40.000 og 50.000 tons av norskum uppisjóvarvørum um árið. Harafturat er felagið sera virkið í Hetlandi við einari framleiðslu, sum liggur millum 70.000 og 80.000 tons um árið.
MYNDATEKSTUR:
Nýggja Norðborg - Queen of the Seas