Penganeyð

Palli Dalsgaard

Nú eru somu tíðindir at hoyra í Útvarpi og Sjónvarpi um, at halli á fíggjarlógini til næsta ár er so og so stórt. Er nakað annað at vænta? Væl eru tíðirnar so vánaligar beint nú, sum hugsast kann, men tað hevði staðið á fíggjarliga hjá okkum, um tíðirnar vóru muanndi betri enn ídag. Hvussu ár 2015 kemur at roynast vita vit tíbetur ikki, vit kunnu einans vóna tað besta. At selja fastar ognir fyri at yvirliva, tað ljóðar ikki væl, tað minnir okkum á orðafellið hjá kellingini um stokkuta varman. Tað, ið undrar okkum mest, tá vit lurta eftir løgtingsmonnunum, líkamikið hvønn flokk teir hoyra til, so vilja teir allir sum ein hava fleiri útreiðslur, ikki eitt orð hoyrist frá nøkrum um sparsemi. Føroyar skulu uppí alt har onnur lond hava sína umboðan, kosta hvat tað kosta vil. Tíðin ið var tá undanfarna landsstýri sat, er ikki nú, nær hon kemur aftur, vit vita ikki, men tað verður neyvan í bræði. Tað var ein ævintýratíð, pengarnir streymaðu inn allar staðir, avlop omaná avlop, tá var gamaní at tosa um fullveldi, og halda seg verða sjálvbjargnan. Teir sum ráða fyri borgum í dag, verða noyddir til antin at lækka livifótin í Føroyum munandi ella fara til Danmarkar at fáa blokkin aftur í tað støði hann var, tá hann varð minkaður, og prístalsreguleraðan.