Pengar skulu ikki stýra skúlaverkinum!

Jógvan Skorheim
Formaður USj

Nógv hevur verið tosað um, at HF skúlin í Klaksvík skal flytast til Kambsdalar. Jógvan á Lakjuni hevur meldað út, at hann sær fyri sær, at skúlarnir skulu leggjast saman, og at teir skulu liggja á Kambsdali. Ein av høvuðsorsøkunum er sparing.
Hetta er heilt burturvið!
Sum land skulu vit ikki taka eina avgerð um at leggja skúlar saman bara tí, at tað er bíligari. Høvuðsendamálið hjá mentamálaráðnum eigur ikki at verða at spara pengar, tí um so er, so kunnu allir fólkaskúlarnir í landinum leggja saman fyri at fáa bíligari rakstur. Nei, høvusendamálið við at flyta ein skúla eigur altíð at vera, at gera skúlaumhvørið betur fyri næmingarnar, ið skulu nýta skúlan. Spurningurin eigur ikki at vera, um vit kunnu spara 1,1 mió. ella 1,4 mió. Nei, spurningurin eigur at vera »hvat er best fyri næmingin!«
Í fimmaranum í farnu viku varð nógv tosað um, hvat var best at gera. Spurningarnir vóru, um tað var rætt at taka skúlan úr Klaksvíkini, um skúlin skuldi verið fluttur til Klaksvíkar, ella um skúlarnir yvirhøvur skuldu leggjast saman? Ongantíð kom fram, hvat er best fyri næmingin. Hetta sigur ikki so lítið um, hvønn veg landsins mynduleikar hugsa. Í útvarpstovuni sótu borgarstjórin fyri Klaksvíkar kommunu og borgarstórin fyri Gøtu kommunu, sum eisini er stjóri á handilsskúlanum á Kambsdali. Men eingin teirra nevndi, hvat var best fyri næmingin.
Landstýrið eigur ikki at fara út fyri at spara pengar, men eigur heldur at tosa við leiðsluna á HF skúlanum í Klaksvík og HF skúlanum á Kambsdali og finna eina skilagóða loysn, sum er best fyri næmingin.
Føroyar eiga at seta sær sum mál at gera skúlaumhvørvið so gott sum gjørligt, tí tað eru næmingarnir á hesum skúlum, ið skulu bera landið víðari.