Pengar væl givnir

Mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, er júst afturkomin av oyggjaleikunum á Rhodos, og hann heldur, tað var eitt upplivilsi fyri lívið

Nú oyggjaleikirnir eru av, munnu flestu føroyingar líta aftur á dagarnar við stoltleika. Alment hava vit neyvan heldur verið betri umboðað enn hesaferð, tí bæði løgmaður og mentamálaráðharrin vóru til staðar á leikunum á Rhodos.

Jógvan á Lakjuni sigur, at hetta er fyrstu ferð, at hann er á einum oyggjaleikum. Og tað var ein uppliving fyri lívið, heldur hann.

- Eg havi sjálvandi upplivað oyggjaleikir áður, men tað hevur verið gjøgnum fjølmiðlarnar, og tað er nú ikki heilt tað sama. Hetta hevur avgjørt verið eitt fantastiskt upplivilsi, ikki minst tí tað gekk okkara ítróttafólki so væl, sigur Jógvan á Lakjuni.

Hann sigur víðari, at leikirnir hesaferð vóru langt burturi, og tað er sum kunnugt dýrt at ferðast. Ivi var eisini fyrr í vár um, hvørt allar ítróttagreinirnar høvdu ráð at fara ti leikirnar, og tað var tí, at Mentamálaráðið játtaði ein eykastuðul til ÍSF, so øll sluppu avstað.

- Og tað vóru pengar, sum vóru væl givnir, sigur Jógvan á Lakjuni, nú hálið gjørdist so óført av heiðursmerkjum.