SKATTAMÁL
Leo Poulsen
So hvørt, sum søla av partabrøvum gjørdist alt meira vanlig, gjørdist eisini neyðugt hjá politikarunum at tillaga skattalógina, so hon samsvaraði við tíðina. Men sambært búskaparfrøðingi, sum Sosialurin hevur tosað
við, eru nú so stór hol í kapitalvinningsskattalógini, at hon lættliga kann kosta landskassanum hundraðtals milliónir milliardir í mistari inntøku, samstundis sum peningurin fossar úr vinnuni.
Søgan er í stuttum henda:
Fyrst í 90-unum kom lógin um kapitalvinningskatt í gildi, men í desember 1997 samtykti løgtingið at broyta skattalógina, so at tað við gildi frá 1. januar 1998 gjørdist loyvt at selja partabrøv til holdingfelag skattafrítt.
Hetta førdi til at fleiri stovnaðu holdingfeløg fyri at fáa pening skattafrítt út, men tá fjølmiðlarnir tóku málið upp og vístu á veikleikan í lógini, fór politiski myndugleiki undir arbeiði at tippa holið.Úrslitið av
hesum varð, at løgtingið 8. desember 1998 legði fram uppskot at broyta lógina soleiðis, at holdingfeløg skulu rinda avgjald (35%) av vinningsbýti - muninum millum áljóðandi virðinum og keypsvirðinum. Á henda hátt tryggjaði landskassin sær at fáa sín part av partabrævavinninginum.
20. desember 2001 kemur nýggj lóg viðv. skattaing av partabrøvum, og verða reglurnar savnaðar í einari lóg, sum verður nevnd "Kapitalvinninksskattalógin".
Í nýggju lógini er verndarreglan varðveitt, men avgjaldið er lækkað úr 35% niður til 20%.26. mai 2006 verður KVSL aftur broytt, og nú verður § 9. stk. 2 strikað soleiðis, at vinningurin við sølu av partabrøvum til holdingfelag
gerst skattafríur. Tað vil siga, at allur vinningurin fer skattafrítt til
partaeigararnar.
Hol í lógini
Verandi KVSL tykist vera góð og tryggjar, at vinningur við sølu av partabrøvum frá 1. januar 2007 kemur til skattingar, men veikleikin í lógini er, at ongar verndarreglur eru sum forða fyri, at høvuðspartaeigarar kunnu spekulera í sølu av partabrøvum.
Tað er serliga í sambandi við trý viðurskifti, at tað ber til at sleppa uttan um skattaskipanina í sambandi við kapitalvinningslógina. Talan er um:
.. niðurskriving av partapening
.. likvidatión (loyvi krevst frá Toll- og Skattaráð Føroya)
.. søla av partapeningi til holdingfelag
Er partafelagið eldri enn frá 16. november 2001, ber til at fremja øll hesi trý oman fyri nevndu uttan at rinda skatt av hesum.
Hartil kom, at samtykt varð, at øll partafeløg (eldri enn 16. november 2001) skuldu fáa eina virðismeting galdandi frá 1. januar 1998?? (pr. 31. desember 2006).
Vit hugsa okkum eitt dømi, har eitt partafelag hevur ein partapening á eina millión og eina eginogv á 100 milliónir. Eigararnir gera av at niðurskriva partapeningin við 50% niður í 500.000 krónur. Harvið kann 50% av eginognini takast úr felagnum skattafrítt, tað vil siga 50 milliónir krónur. Likvidiatiónir skulu góðkennast av Toll- og Skattaráð Føroya.
Er talan um likvidatión, og felagið er stovnað fyri 16. november 2001, ber til at taka allar ognirnar úr felagnum skattafrítt, og enntá stovna nýtt partafelag við sama navni, somu nevnd og saman endamáli dagin eftir við
80.000 krónum í partapeningi.
Og í triðja lagi ber til at selja partafelagið til eitt holdingfelag og og harvið fáa pening út skattafrítt.
Einki svar
Búskaparfrøðingurin, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at at hóast myndugleikarnir eru gjørdir varugir við møguligu hol í lógini og víst á hesi holini í lógini, men at tað er meiri enn ógreitt, hvat politikarar,
TAKS og landsstýrisfólk gera við málið.
Hugsa vit okkum, at eginognin í føroysku vinnuni, sum er frá tíðini fyri 16. november 2001, hava eina eginogn pr. 31. desember 2006 er tíggju milliardir krónur, og at teir pengarnir í »worst-case-scenario« allir verða tiknir úr vinnuni gjøgnum nevndu tríggjar møguleikarnar, hevði hetta kostað landskassanum potentiellar 3,5 milliardir í mistum kapitalvinningsskatti.
Keldur vilja ikki leggja nakran undur at gera sær dælt av holunum í lógini, men vísa á, at tað javnan eru lýsingar í bløðunum har feløg boða frá umskipanum, sum geva partaeigarum møguleika at heva pening út skattafrítt.
Skattalógin og harvið myndugleikarnir leggja jú upp til og eggja fólki til, at gera sær dælt av støðuni, og tað er jú sera freistandi, sigur
Búskaparfrøðingurin
Áheitanirnar á myndurleikar hevur higartil bert ført til
onkran fyrispurning á løgtingi, men eingin hevur víst veruligan áhuga at fylgja málinum og at fáa tað lýst til fulnar.
Sosialurin fer at fylgja málinum upp í blaðnum í morgin.