Eitt 200 kilo tungt pengaskáp er stolið um vikuskiftið eftir eitt innbrot í einum sethúsi í Havn. Løgreglan vil fegin frætta, um nakar hevur sæð ella hoyrt nakað. Um vikuskiftið hava innbrotstjóvar brotið inn í eini sethús í Havnini og hava stolið eitt peningaskáp.
- Enn er ikki heilt greitt, hvat innihaldið í skápinnum er, men har eru í hvussu er fleiri virðislutir so sum pappírir og annað við persónligum virði, verður sagt av løgreglustøðini.
Innbrotið varð meldað í nátt, og enn veit løgreglan ikki nágreiniliga nær tað er framt ? burtursæð frá, at tað er hent um vikiuskiftið.
- Enn er málið so feskt, at vit ikki hava nakað ítøkiligt at ganga eftir, men vit hava tó nakrar teoriir, verður sagt av løgreglustøðini.
Pengaskápið vigar 200 kilo, so tað er ógvuliga sannlíkt, at innbrotstjóvarnir fyri tað fyrsta vistu, at eitt pengaskáp var í húsunum, og fyri tað næsta mugu teir hava verið fyrireikaðir upp á at bugsera skápið út úr húsunum.
- Málið er sum nevnt ógvuliga feskt, men vit frætta fegnir frá fólki, sum halda seg vita nakað um málið. Til ber at ringja 35 14 48 og boða frá, verður sagt av løgreglustøðini.