Peningurin kemur fram

Nógvar innsavningar eru í gongd, men hvussu kunnu fólk vera vís í, at peningurin, tey lata, veruliga kemur fram á rætta stað?

? í Reyða Krossi er tað vanligt at hava sonevnd revitatiónschesk uppá, hvat innsavnaði peningurin verður nýttur til. So øll kunnu síggja júst hvat er fingið fyri peningin, tey hava latið, greiðir Suni Vinter, formaður í Reyða Krossi Føroya frá.
Hann sigur, at Reyði Krossur er ein stórur felagsskapur, sum hevur nógvar ymiskar deildir í ymiskum londum. Høvuðssætið er í Geneve, og haðani verða ymisku ábyrgarøkini býtt út.
? Reyði Krossur Føroya hevur saman við danska Reyða Krossi ábyrgd av at lata pengar til Sri Lanka. So alt, sum verður gjørt av Reyða Krossi á Sri Lanka, vita vit, at vit hava savnað pening til. Reyði Krossur í Norra hevur ábyrgd av einum øðrum øki, og Reyði Krossur í Svøríki hevur ábyrgd av uppaftur einum øðrum øki, so arbeiðið er ógvuliga gjøgnumskygt allatíðina, greiðir Suni frá.
Hann sigur eisini, at tað er sera gott samband ímillum feløgini her í Norðurlondum, høvuðssætið í Geneve og tey fólkini, sum arbeiða úti á vanlukkuøkinum.
? Vit hava sera gott samband allatíðina, og eru ikki bundin at lokala samskiftisnetinum. Vit hava altso allatíðina gott samband uttanum vanliga systemið, greiðir Suni Vinter frá.
So fólk skulu altso ikki bera ótta fyri, at peningurin ikki kemur fram, tí gjøgnumskygnið er í hásæti í Reyða Krossi, og til ber at eftirkanna hvat peningurin verður nýttur til.