Pensiónsbumban

Tað tykist sum landsstýrið hevur í hyggju at lurta eftir búskaparráðnum í størri mun enn higartil. Vónandi kemur nakað at spyrjast burturúr hesum skrivar Gordon Ejdesgaard,

Nógv ymisk øki innan samfelagsbúskapin kunnu takast fram í dag. Kundið hugsað mær at nomi við vanligu fólkapensiónina og eftirlønarskipanina ella tað, sum eisini verður nevnt kapitalpensión. Hetta ikki minst tí nógv fólk eru umfatað av hesi skipan.Ein stórur partur av teimum alment løntu eru umfatað av eini eftirlønarskipan, sum er eitt ískoyti til vanligu fólkapensiónina. Tó kann tykjast, at fólkapensiónin er og verður eitt ískoyti til eftirlønina. Hetta orsaka at eftirlønin mangan er munandi størri enn fólkapensiónin. Soleiðis er ikki óvanligt, at eftirlønin er umleið kr. 15.000 til 20.000 um mánaðin. Fyri eitt par kann eftirlønin+ fólkapensiónin nærkast teimum kr. 50.000 um mánaðin.
Teknist sæð er ikki annað í hesum enn at arbeiðsgevarin letur t.d.10 % og arbeiðstakarin 5% av grundlønini um mánaðin. Hetta velst sjálvandi um sáttmálan. Sostatt fær t.d. Føroya Lívstrygging rættuliga stórar upphæddir hvønn mánaða frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Uppgávan hjá tryggingini er at fáa sum mest av rentu av hesum inngjøldum. T.d. kann talan vera um at keypa lánsbrøv ella t.d. partabrøv. Út fra eini meting av váðanum, so verður peningurin settur í hetta ella hatta.
Tað vildi verið skeivt at hildið, at tað vit hava inngoldið + rentur, stendur á eini konto, sum vit eiga persónliga. Samlaða upphæddin hjá tryggingini er summin av tí vit øll hava inngoldið+ tilskrivingar og her stendur ikki navn á. Tá tryggingin keypir lánsbrøv er mangan talan um millióna upphæddir.
Nú er tað soleiðis, at ein íløga í partabrøv gevur meira av "rentu" til tryggingina - og harvið tryggingartakaran t.v.s. okkum-, enn keyp av lánsbrøvum. Men samstundis er váðin eisini størri. Eitt partafelag kann fara á húsagang, og harvið er allur peningurin mistur - sum oftast. Tað almenna fer nokk ikki á húsagang uttan víðari. So her er "rentan" til tryggingarfelagið munandi minni.
Undir øllum umstøðum er tað uppgávan hjá leiðsluni hjá tryggingarfelagnum - øllum okkara tryggingarafeløgum- at tryggja mest møguligu rentu til okkum.
Og hetta sum skal verða okkara komandi eftirløn- skal vísa seg at vera ein illusión ella ein sápublørða. Niðanfyri skal verða greitt frá hví.
Nú er tað soleiðis, at øll vit sum hava eina avtalu við tryggingarfelagið um fast inngjald til eftirlønina, einaferð um árið fáa at vita hvussu nógv vit fáa útgoldið í eftirløn hvønn mánaða eftir vit eru fylt 67 ár. Sjálvandi út frá galdandi fortreytum so sum regluligum hækkandi inngjaldi, tilskrivaði rentu osv. Hetta merkir at at tryggingartakarin præcis veit hvat verður útgoldið eftir hann er fyltur 67.
Sostatt er hesin samfelagsbólkurin "bjargaður". Her eiga vit at leggja merki til, at hesin bólkur gerst munandi størri framvir.
Men hvussu við restini ella tí partinum av fólkinum sum arbeiðir í vinnuni? Tað hevur ikki ligið væl fyri higartil hjá okkum við fiskivinnuni generelt. Vit hava lyndi til at lata pengagirndina taka vald á okkum so skjótt ein vinningur er at hóma í havsbrúnni. At hetta er ein treytin við skipanini er ikki nakað nýtt. Íløgur í yvirkapacitet tekur lívið av vinnuni av sær sjálvum við jøvnum millumbilum.
Ein høvuðstrupulleiki í hesum sambandi er, at vit ikki eru harrar yvir tveimum týdningarmiklum elementum innan høvuðsvinnu okkara. Nevninliga fiskanøgdini og søluprísinum fyri sama. Eru vit heppin verður nøgdin at liva við. Er prísurin samstundir góður enda vit í kollektivari eufori. So skal hvør maður hava sítt skipa, og so eru vit aftur har vit byrjaðu. Tað skuldi verið vælkent, at kreppa við jøvnum millumbilum er innan fiskivinnuna. Og hetta merkist serstakliga væl hjá eini tjóð, sum bert hevur fiskivinnuna at dúva uppá.
Men hvat hevur so hetta við fyrr nevndu eftirløn at gera? Jú, svarið er at tingini hanga saman. Tó ikki so nógv í dag sum komandi árini. Og tey koma at hanga tættari og tættari saman. Tað er ein búskaparligur veruleiki. Verandi og komandi kreppur innan høvuðsvinnuna gera, at tað er og verður fíggjarliga ótrygt at arbeiða innan vinnuna. Og hetta smittar sjálvandi yvir á restina av samfelagnum. Men ikki á okkara komandi "ríku" fólkapensiónistar. So tey sum hava garderað seg sleppa snikkaleys- ella gera tey?
Er tað realistisk at ímynda sær, at børn okkara ikki klára fyri rentur og avdrátt (t.v.s. kreppa sum t.d. í ?92), meðan vit liva í " sús og dús"? Kann samfelagið moralsk liva við, at tey sum arbeiða forvinna munandi minni enn pensiónistarnir? Neyvan. Pensiónistar sum hava goldið húsini og bilin og eiga peninga á bók "tjena" meira hvønn mánaða, enn tey sum arbeiða innan fiskivinnuna?
Ein og hvør sær, at støðan heldur ikki. So hvør verður loysnin? Jú, brandskatting av eftirønini hjá komandi ættarliðum av pensiónistum. Ein munandi hægri skatt enn vit kenna hann í grannalondum okkara, og ikki at samanlíka við skattin í dag. So orðatakið "sætte tæring efter næring" verður galdandi fyri samfelagið sum heild. Soleiðis at skilja at øll lagkøkan skal býtast soleiðis at livandi verður fyri øll. Eisini okkara børn, um ikki vit ynskja eitt samfelag av pensiónistum.
Ella eitt samfelag av ungum tí pensiónistarnir eru fluttir?
At høvuðstrupulleikin í allari miseruni er at tryggingarfeløgini ikki seta pengar í okkara vinnulív vegna vantandi lønsemi, kann eg venda aftur til seinni. Tað er ein sannroynd at føroyski búskapurin ikki hevur orku til uppgávuna, vegna afturvend-andi kreppur og manglandi stýring av hesum.
So vit kunnu væl siga at komandi" blokktilskot" kemur bæði frá danska statinum og frá m.ø. danska vinnulívinum sum rentur/ vinningsbýti. Rentan/ vinningsbýti er tó oyramerkt til okkara komandi pensionistar, sum hava garderað seg - enn.