- Vit halda at vit eiga at sleppa upp í part.
Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelagi pensjónistanna, hevur spurt landsstýrið um pensjónistafelagið ikki kann fáa umboð í nevndina, sum er sett at áseta eitt føroyskt fátækramark.
Men mkudagin fekk felagið at vita, at felagið fær onki umboð í nevndina.
- Tað fáa vit ikki gjørt so nógv við, so tað kunnu vit ikki annað enn taka til eftirtektar sigur formaðurin í felagnum, eitt sindur vónbrotin.
Hann sigur, at orsøkin til, at pensjónistafelagið vildi sleppa upp í part, er at tað eru heilt nógvir pensjónistar, sum liva undir fátækramarkinum.
- Sama, hvør allýsing verður brúkt, eru nógvir pensjónistar undir fátækramarkinum og tískil vildu vit fegin sleppa at fáa okkara ávirkan á nevndararbeiði, sigur hann.
Við hesum sigur hann ikki, at hann stúrir fyri, at úrslitið av arbeiðnum ikki fer at vera nøktandi.
- Tað fáa vit at síggja, tá ið úrslitið fyriliggur, sigur formaðurin í Landsfelagi Pensjónistanna.
- Í nevndini kundu vit víst á, at pensjónirnar eru ov lágar og at tað tíverri er blivið soleiðis, at Samhaldsfasti ikki bleiv tað ískoyti til fólkapensjónina, sum ætlanin var.
Hann staðfestir, at heldur er Samhaldsfasti komin ístaðin fyri pensjónina, tí politikarar hava brúkt Samhaldsfasta sum umbering fyri ikki at hækka pensjónirnar.
Arne Thorsteinson vónar kortini, at úrslitið av nevndararbeiðnum verður gagnligt og at tað verður til bara fyri veikastu partarnar í samfelagnum, sjálvt um tað kanska fer at føra útreiðslur við sær.
Les eisini greinina: Faklig nevnd gera føroyskt fátækramark.