So stórur spenningur, at Per av eini ella aðrari orsøk gloymdi at skjóta ein píl. Eftir kappingina dugdi Per ikki sjálvur at greiða frá, hvat tað var sum hendi. – Eg fór einaferð at ivast í, hvussu nógv eg nú hevði skotið, men fekk einki greitt svar aftanfyri meg, fortelur Per, sum so fekk staðfest sín illgruna, tá teir taldu upp aftaná, og 12 av pílunum hjá Jógvani sótu í skivuni, meðan Per bara hevði 11 har. Hetta kostaði so Per sigurin, sum annars hevði skotið rættiliga væl.