Per Højgaard journalistur deyður

Seinnapartin í dag bórust deyðsboðini av Per Højgaard, journalisti úr Havn, sum doyði 49 ára gamal.

Per var útbúgving journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole, og hann hevur starvast bæði í útvarpinum, í sjónvarpinum og á Dimmalætting.

Hann var partur av Føroysku Tíðindastovuni á Christiansborg, haðani nógv var at hoyra, tá fullveldismálið var í hæddini um aldarskiftið. Hann hevur eisini starvast sum miðlaráðgevi hjá Eik Banka, hjá Tórshavnar kommunu og hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni.

Hann byrjaði sína journalistisku yrkisleið sum ungur á 14. September eftir studentaskúlaárini.

Per var sonur Nicolinu Højgaard í Havn og var giftur við Maikin Isholm Højgaard úr Havn, og búðu tey í Christianshavn í Keypmannahavn. Hann átti fýra børn.

Seinasta árið hevur Per verið illa sjúkur.