Perfekt - professionelt og seriøst

? Vit fáa brúk fyri hansara vitan og royndum í fleiri øðrum uttanríkispolitiskum málum. Tað fyrsta verður marknaósemjan við Ísland

Í gjár varð marknasáttmálin millum Føroyar og Bretland lagdur fyri løgtingið. Nógvar og drúgvar samráðingar og fundir liggja aftanfyri henda sáttmála. Fleiri løgmenn hava umsitið málsøkið, meðan tað hevur verið samráðst. Tað skuldi so blíva við Anfinn Kallsberg sum løgmanni, at Føroyar fingu henda sáttmála (treytað av, at hann verður góðtikin í Føroyum, Danmark og Bretlandi, blaðm.)


Koyrdar fastar

Nú tað leingi hevur sæð so svart út fyri at fáa eina marknaavtalu spurdu vit Anfinn Kallsberg, hvussu tað ber til, at tað loksins eydnaðist pørtunum at koma til eina semju!

Løgmaður vísir á, at nógv fólk undan honum hava arbeitt við hesum máli. Men uttan at vera hástórur ella taka sær alla æruna av tí úrsliti, sum nú fyriliggur, so vísir løgmaður kortini á, at samráðingarnar vórðu koyrdar fullkomiliga fastar fyri einum góðum ári síðani.

? Tí eri eg serliga glaður fyri, at tað hevur eydnast at røkka hesum setninginum uppá eitt ár. Lat meg tó undirstrika, at hetta er ikki bara politiska myndugleikanum fyri at takka, tí vit hava havt góð fólk við samráðingarborðið, og vit hava kanska eisini havt tað við, at hin parturin hevur sæð tað skilagóða í at finna fram til eina loysn.

Løgmaður ivast tó ikki í, at tað er samráðingarstrategiin, sum hevur havt ein týdning.

Uppá fyrispurning um tað var ein torfør avgerð at leggja strategiina hjá undanfarna løgmanni at sleppa samráðingunum á embætismannastigi og ístaðin heita á danska forsætisráðharran um at hjálpa okkum hevur Anfinn Kallsberg ilt við at síggja, at undanfarni løgmaður hevði nakra strategi í hesum máli. -Tað hann gjørdi, var at tveita handklæðið í ringin. Hann hevði jú ikki havt samráðingarumfarið í eitt ár, áðrenn hann legði frá sær. Og tað seinasta hann gjørdi var at biðja Poul Nyrup Rasmussen um at yvirtaka málið, uttan at siga honum, hvat man vildi.

Løgmaður sigur, at bara tað at biðja danska og tann bretska forsætisráðharran taka sær av málinum uttan at siga nakað um, hvussu vit kundu hugsa okkum eina loysn má vera at metast sum ein rein kapitulatión.

Hvør var so broytingin, tá tú tók við málsøkinum?

? Tað var at finna fram til, hvussu langt teirra pínumark gekk. Tað at sita og senda nøkur uppskot, sum minkaðu og minkaðu um munin og kanska enda á, alt annað líka, tí bretsku útleggingini av fiskimarkinum. Tað var ikki serliga skilagott at gera tað, tí tað var hetta, sum man hevði gjørt síðani 1991. Tí heitti man á samráðingarleiðararnar um at vita, hvussu langt man kundi fara hvør í sínum lagi. Tað er so hesin óformelli samráðingarhátturin, sum hevur gjørt, at man hevur kunnað fingið eitt úrslit lutvíst skjótt - og eitt úrslit, sum eg avgjørt haldi vit kunnu vera nøgdir við.


Árni Olafsson gjørt frálíkt arbeiði

Var tað skilagott, at vit fingu ein føroyskan samráðingarleiðara nøkur ár herfyri?

? Tað hevur í hvussu er gjørt málið nógv lættari at hava okkara egnu fólk. Og eftirhondini hava vit fingið fólk við rættiliga nógvum royndum.

Hvat kanst tú siga um leiklutin hjá Árna Olafssyni sum formanni í samráðingarnevndini?

? Hansara arbeiði hevur verið perfekt, professionelt og seriøst.

Eru so aðrar stórar uppgávur, sum landsstýrið kundi hugsað sær, at Árni Olafsson tók sær av?

? Tað vil man gjarna, og tað havi eg eisini sagt honum, tó at eg veit, at hetta er hansara persónliga avgerð. Men vit hava eitt annað mál, sum hevur ligið og bíðað eftir, at markið við Bretland er komið uppá pláss. Og tað er markið millum Føroyar og Ísland.

Løgmaður sigur, at hann hevur tosað við íslendska uttanríkisráðharran um hetta málið, og eru teir samdir um, at so skjótt markið við Bretland er avklárað, verður hugt eftir hinum marknamálinum.

? Tá er tað heilt nátúrligt at biðja Árna taka sær av tí málinum.

Annars vil eg bert siga, at vit í Føroyum hava stórliga brúk fyri slíkum manni við tí innliti hann hevur ikki minst tá vit skulu til at loysa praktiskar spurningar í sambandi við oljuvinnuna.

Løgmaður sigur, at hóast Árni Olafsson ikki flytur til Føroya, so er tað ynskiligt, at hann tó verður knýttur at tí føroysku umsitingini til at taka sær av serstøkum uppgávum.

? Her hugsi eg bæði um oljuvinnuna og annars tey mongu uttanríkispolitisku mál, sum verða og sum hann eisini er góður til.