Perkeringsforboð í Porkeri

Nú verður partvís parkeringsforboð sett í verk í høvuðsgøtuni í Porkeri, so at tað nú bara verður loyvt at seta bilin í aðrari síðuni

Parkeringsforboð

Porkeri: Nú verður ikki so lætt at sleppa av við bilin í Porkeri, tí nú ætlar bygdaráðið at seta parkeringsforbo í gildi .
Men tað kann heldur ikki sigast, at tað fer at vera trupult at sleppa av við bilin, tí parkeringsforboðið verður bara í aðrari síðuni.
Tað er eftir øllum høvuðsvegnum í bygdini, frá húsunum hjá Andrew Thomsen, til húsini hjá Sigurd Djurhuus, at tað verður parkeringsforboð í vinstru síðu, tá ið bilar koyra niðaneftir, tvs í niðaru síðu.
Vegurin er ikki so breiður, men tað kemur meiri enn so fyri, at bilar standa parkeraðir í báðum síðum og tað darvar ferðsluni.
Tí verður hereftir bara loyvt at seta bilin í høgru síðu, tvs í ovaru síðu.
Hetta er ein gomul samtykt í bygdaráðnum, men hon er ongantíð sett í verk, fyrrenn nú og á bygdaráðsfundi í vikuni, varð kunnað um ætlanina.

Porkenningar rudda
Í morgin er eisini almennur ruddingardagur í Porkeri og tá fer alt bygdarfólkið til verka.
Bygdaráðið og Fornminnafelagið hava gjørt av, at í morgin skal almennur ruddingardagur verða í Porkeri og tá fara øll, høg og lág, at rudda.
Men tað er eisini hugni á skránni hendan dagin.
Dagurin byrjar klokkan 9.30, tá ið øll hittast í skúlanum at fáa kaffi og rundstykki.
Tá verður bygdin eisini býtt sundur í býlingar, so at fólkini í hvørjum býlingi rudda hjá sær sjálvum.
Ætlanin er at taka tað upp, sum liggur og rekist, men tað er eisini eitt gylt høvi at sleppa av við alt, sum liggur og hópar seg upp í kjallarum, ovastaloftum og úthúsum.
Dagurin verður fyriskipaður í samráð við IRF, sum kemur eftir ruskinum seinni um kvøldið.
Um kvøldið verður so hugnaløta, sum Fornminnafelagið skipar fyri við pylsum, búffum og øðrum góðum afturvið og tá fer eisini onkur at siga nøkur orð um okkurt forvitnisligt.
Ruddingardagur var eisini í fjør og tað hepnaðist ógvuliga væl og tí verður farið undir tað einaferð afturat.