Perlumál í linligum dysti

Skála var ávegis fimta sigrinum á rað, tá Mikkjal Thomassen við einum dundurskoti bjargaði vertunum javnleikin

Fótbóltur

 

449 minuttir. Somikið leingi eydnaðist Skála at halda málið reint, um roknað verður frá seinna AB-málinum, tá Skála í fjórða umfari tapti 2-0 á heimavølli.

Síðani tá hevur bara gingið rætta vegin hjá Skála, sum hesa ferð var ávegis fimta sigrinum á rað.

Og tað var heldur ikki so nógv, sum bendi á, at B36 skuldi skora sunnudagin. Skála var fyrst og fremst komið til Havnar fyri at halda fast um javnleiki. Frá byrjan hildu teir nógvum fólki á egnari hálvu, og tá B36 heldur ikki tóktist at satsa nakað, gjørdist fyrstu trý kortini rættiliga linlig. Onkur hálvur møguleiki spurdist burtur úr bóltum, sum vórðu oystir inn í brotsteigarnar, og ógvuliga sigandi var størsti kjansurin hjá B36, tá Curcic ta einu ferðina fór púrasta skeivur, men Sylla sendi tó hálvfluktaran himmalhøgt uppum.

 

Mál í heimsflokki

Undirhaldsvirðið vaks nakað eftir steðgin. B36 royndi at flyta spælið longur niðan á Skála-hálvuna, men teimum væntaði tó neyðugu ferðina, sum skuldi opna verjuna hjá teimum gulu.

Enn var tað við deyðbóltum, at vandin var størstur, og ta einum ferðina var eisini um reppið, at Ove Nysted fekk sett høvdið á eitt hornaspark. Men bara 20 sekund seinni var bólturin ístaðin í B36-meskunum. Tað skuldi verið kravt við lóg, at fótbóltsvenjarar kring landið ogna sær avrit av sjónbandinum, tí talan var um eitt fyrimyndarligt dømi um kontra-spæl, tá hetta er allar vakrast. Levi Hanssen og Obi gjørdu skjótt av, tá bólturin varð sendir niðan, og við tveimum fyrstuferðssendingum var B36-verjan útspæld. Og tá Bogi Gregersen hevði spurtað seg fram í høgru, slepti annars leysi Levi bóltinum til enn betri stadda álopsfelagan, sum ikki gav Jákupi Mikkelsen nakran sum helst møguleika.

 

Bakkaðu ov langt

Tað er væl skilligt, at Skála-menninir iðra seg um, at teir ikki hildu fast um leiðsluna, men fyrst og fremst, so hava teir sær sjálvum at takka í so máta. Seinasta korterið duttu teir nevnliga alt ov langt aftur á vøllin, og tað B36 møguleikan at leggja eitt massivt trýst. At Allan Mørkøre varð skiftur inn í álopið fyri verjuleikara, og at Ove Nysted varð tveittur fram í fremstu røð, økti sjálvandi um trýstið. Men tann stóri møguleikin tóktist kortini ikki koma.

Tolið hjá B36-fjepparunum mundi vera slitið nógv, tá málið loksins kom. Men talan var so sanniliga um eitt mál, sum var vert at bíða eftir. Í besta samba-stíli streyk Santos ígjøgnum vinstra borð, har tveir verjuleikarar ikki megnaðu at fanga hann. Innleggið ferðaðist aftur um verjuspælararnar, og á brotsteigarmarkinum kanónfluktaði Mikkjal Thomassen bóltin upp í hornið. Fyri fyrst ferð mátti 16 ára gamli Hans Jørgensen í Formula-málið eftir bóltinum, men júst hatta skotið hevði nakar málverji í heiminum kunna vart fyri.

 

Hóma heiðursmerkini

Seinastu løtuna royndi B36 at skora enn eitt mál, og tað var eisini um reppið, at hetta kom, men hesa ferð spældi hepnið ikki við í teirra parti. Javnleikurin merkir, at tað ikki eydnaðist at vinna seg á toppin í hesum umfarinum, og einki er at ivast í, at Kurt Mørkøre og hansara menn iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at gagnnýta møguleikan at vinna seg framum EB/Streym.

Hjá Skála var úrslitið helst at liva við. Men eisini teir iðra seg, tá teir nú vóru somikið stutt frá sigrinum. Enn ein sigur vildi veruliga flutt liðið upp móti heiðursmerkjastríðnum. Men megna teir at halda fast um góðu gongdina, sum hevur verið, so kunnu teir væl vinna seg har upp kortini.