Perry takkar Mancini fyri Gunnar

- Eg eri fegin um, at kunna fáa ein so góðan málmann til felagið. Hann er høgt í metum í Manchester City og hann hevur staðið væl tá eg havi sæð hann spælt á eykaliðnum, sigur Tranmere Rovers venjarin, Les Perry.

 

Tranmere Rovers hevði eitt torført kappingarár triðbestu deildini í fjør. Teir endaðu á einum 19. plássi, sum akkurát tryggjaði teimum enn eitt ár League One.

 

- Hann er ein fantastiskur ?shot stopper,? sum heldur skil á verjuni. Gunnar er ein góður styrkur fyri okkum. Eg vil gjarna takka venjarinum hjá Manchester City, Roberto Mancini, fyri at hann vildi loyva okkum at lána Gunnar Nielsen, sigur Les Perry við Tranmere Rovers heimasíðuna.

 

Les Perry tók við sum venjari hjá Tranmere Rovers, tá fyrrverandi Liverpool leikarin, John Barnes, fekk fótin í fjør.