Persónbilatalið vaksið 25 prosent

Ein av stóru broytingunum við kollektivu ferðsluni í Føroyum er, at persónbilatalið er vaksið við 1.771 bilum - 25% síðani 1994

Bussarnir hjá Bygdaleiðum eru í ringum standi. Hetta verður staðfest í kanningin hjá Strandferðsluni um Bygdaleiðir.

? Miðalaldurin á bussunum er 11 ár, og má tað metast at verða ov høgt, staðfestir kanningin. 61% av bussunum eru yvir 12 ár, og teimum tørva stórar ábøtur ella eiga at vera skftir út. Hetta hevur m. a. við sær stórar útreiðslur til viðlíkahald og renoveringar. Bara 26% av bussunum eru í so góðum standi, at teir ikki krevja ábøtur.


Nakað væl eftir á mál

Seinastu trý árini eru nakrir bussar skiftir út, í førum, tí tað beinleiðis var neyðugt fyri, at raksturin ikki skuldi steðga upp. Støðan er tí bøtt eitt sindur við útskiftingum, men nakað væl er eftir á mál.

Útskiftingar av bussum, sum standa fyri framman, hava við sær stórar útreiðsluhækkingar til rentur og avskrivingar, um so er, at núverandi rakstrarskipan heldur fram.

Nógvir partar eru, sum í felag eiga at samstarva fyri at skapa nøktandi karmar fyri at reka kollektiva ferðslu. Hetta samstarv eigur at virka betur, heldur Strandferðslan.

Umframt bussarnar, so eru heldur ikki allir vegirnir nóg forsvarligir at flyta fólk eftir, og mælir Strandferðslan til, at stig verða tikin til at fremja neyðugar broytingar og ábøtur.


Barnagarðar krevja nógv

Flest allir brúkarar av Bygdaleiðum fáa sersømdir í sambandi við gjald av flutningi. Hetta verður seg við mánaðarkortum, skúlakortum o. l., sum geva sera stóran avsláttur.. Børn undir sjey ár fáa fría ferðing og verður hetta nógv brúkt, eitt nú av barnagørðum. Av tí, at tað antin er lutfalsliga bíligt at ferðast ella frítt at ferðast, so verður eftirspurningurin størri, verður sagt í frágreiðingin hjá Strandferðsluni um Bygdaleiðir, og tí mugu stór og kostnaðarmikil anlegg verða til taks.

Afturat hesum verður viðmerkt, at Strandferðslan í fleiri førum noyðist at keypa bussar størri enn miðal nýtsluprosentini vísa, at tørvur er á. hetta kemst av, at tað til ávísar tíðir eru fleiri ferðandi, sum samstundis skulu brúka flutning, t. d. til og frá arbeiði og skúlanum, meðan tað í millum hesi tíðarskeið er lítið og einki at flyta.

Kapasiteturin er í nøkrum økjum í landinum ov stórur í mun til íbúgvaratalið. Nýtsluprosentini fyri flestu farleiðirnar eru sera lá, t. v. s. at bussarnir sum heild verða illa útnyttaðir.


Vísandi til íbúgvaraviðurskiftini í útjaðaranum er kundagrundarlagið hjá Bygdaleiðum avmarkað. Tað er tí ikki hugsandi, at verandi inntøkugrundarlag verður betri orsakað av fleiri kundum í útjaðaranum. Framtíðar kundagrundarlagið verður eisini merkt av, í hvønn mun tað almenna leggur ein samferðslupolitikk, ið stuðalr kollektivari ferðslu.

Bygdaleiðir eru í einiari slíkari marknaðarstøðu, at neyðugt er við ymsum strategiskum tiltøkum. Tørvur verður á at gera umskipanir, eitt nú broyta rakstrarform og gera rationaliseringar og effektiviseringar á øllum økjum.

Seinstu árini eru hendar stórar broytingar á marknaðinum innan kollektiva ferðslu. Í tíðarskeiðnum 1994-1999 er talið av persónakførum í útjaðaranum vaksið við heili 1.771 ella 25%. Henda gongdin hevur sera stóra negativa ávirkan á raksturin og nýtsluprosentini á Bygdaleiðum. Samstundis er busskapasiteturin í landinum vaksin nógv, og hevur hetta havt við sær størri kapping innan serflutning.

Spurningurin er, um tað almenna í størri mun eigur at verða við til at broyta hugburðin hjá fólki, soleiðis at alt fleiri velja at brúka kollektiva ferðslu, hetta við atliti til samfelagsbúskapin, umhvørvið, viðlíkahald av vegum, íløgur í anlegg o. a.