Hesi orð eru mangan endurgivin síðan – og tey hóska so ótrúliga væl til allar politikarar, sum til eina og hvørja tíð taka sín egna persón fram um flokkin – og skifta flokk.
Vit hava so mong dømi um tað, umframt aktuella dømið við Janusi Rein.
Bara millum teirra, sum til seinasta val bjóðaðu seg fram til løgtingsvalið, so eru nógvar flytingar:
Fólkaflokkurin, sum fekk Boga Andreasen úr Tjóðveldi, misti mikudagin Paula Petersen í Vestmanna til Tjóðveldi, og fekk í gjár Janus Rein úr Framsókn.
Í Javnaðarflokkinum hevur »flytingarvindeygað« staðið víðopið í nógv ár. Har er Kristin Michelsen komin úr Tjóðveldi, Gerhard Longberg segðist vera nevndarlimur í Sandoyar Sambandsfelag. Helena Dam á Neystabø hevur verið aftur og fram í Sjávlstýrisflokkinum, eins og Heðin Mortensen á sinni fór til Sambandsflokkin, fyri síðani at koma »heimaftur«.
Sjúrður Skaale hevur somuleiðis verið ein túr í Tjóðveldi, fyri síðani at koma aftur í Javnaðarflokkin.
Av teimum aktivu limunum í Sjálvstýrisflokkinum kunnu vit nevna floksskrivaran, Rúnu Sivertsen, sum sat á tingi fyri Fólkflokkin í seks ár.
Tjóðveldi hevur latið fleiri »leikarar«, enn tey hava fingið. Men tey hava so fingið borgarstjóran í Vestmanna úr Fólkaflokkinum, meðan tey hava latið Karsten Hansen til Miðflokkin og Sjúrð Skaale til Javnaðarflokkin.
Framsókn sum nýggjur flokkur hevur sum vera man fingið so at siga øll valevnini úr øðrum flokkum. Men nýggi flokkurin hevur so latið helmingin av tingmanningini til Fólkaflokkin.
Av teimum trimum hjá Miðflokkinum, er Karsten Hansen komin úr Tjóðveldinum.
Spurningurin er so, um politikkur er so eirindarleysur, ella um politikkur er sum fótbóltur, har tú fert til tann, sum bjóðar mest.
Sjálvandi er loyvt at broyta meining. Men vit kunnu í øllum førum staðfesta, at vit eiga nógvar politikarar, sum taka seg sjálvan fram um flokk og hugsjón.