Spanski miðvallarspælarin hjá Liverpool, Xabi Alonso, er misnøgdur við stemningin í enska felagnum. Tað gongur illa hjá Liverpool í Premier League, og liðið liggur nummar 13 í deildini.
- Eg síggi pessimismu allastaðni, so tað verður trupult hjá okkum at koma fyri okkum aftur. Vit klára ikki at vinna tríggjar dystir á rað, og vit klára ikki at brúka sigrarnar í Champions League til nakað í landskappingini, sigur Alonso.
Stóri trupulleikin hjá liðnum er á útivølli, har liðið bert hevur fingið tvey stig í sjey dystum.