Í gjár klokkan 15.30 kunngjørdi Smyril Line, at Andras Róin var farin frá sum stjóri, og at eftirmaður hansara skuldi verða Petur Holm.
Peter S. Holm er 39 ár og útbúgvin Cand.Merc. í fígging og rokniskapi. Seinastu átta árini hevur hann starvast sum stjóri á Kaupting í Føroyum, inntil tað um ársskiftið lat aftur og Eik yvirtók virksemið hjá felagnum.
Nú er hann so settur í starv sum stjóri á Smyril Line, og verður tað hann, sum skal reka felagið framyvir.
Samstundis er Rúni Vang Poulsen settur sum varastjóri í felagnum. Rúni er 32 ára gamal og hevur seinastu trý árini starvast sum fíggjarstjóri á Smyril Line.
Gongdin ikki nøktandi
Tá Rás2 prátaði við Peter S. Holm í gjár og spurdi hann, hvussu hann ætlar at venda gongdini í felagnum, svaraði hann, at hann verður fyrst noyddur at seta seg inn í tingini. Men samstundis kundi hann staðfesta, at hann ikki heldur gongdina í felagnum, og avkastið til partaeigarnar í felagnum hava verið nøktandi seinastu árini.
- Henda gongdin, sum hevur verið seinastu árini, fær størsta, sigur Peter S. Holm. Tó vildi hann ikki koma inn á, hvussu henda gongdin skuldi vendast. Hann hevði onga viðmerking til fleiri spurningar, nevnliga hvørt Norrøna er egnað at sigla til Føroya, hvørt hon framvegis kemur at sigla til Føroya um veturin, ella um fólk fara at verða uppsøgd.
Tó segði hann, at tað liggur ikki í kortunum at siga fólk úr starvi, og at har eru aðrir mátar at fáa rakstur í felagið aftur, enn at siga fólk úr starvi.
Men greitt er, at neyðugt verður at fáa rakstur í rutunetið aftur, har ein annar trupulleiki, sum eisini spælir inn, er vetrarsiglingin hjá Norrønu.
Gjørdi skjótt av
Tíðliga gjáramorgunin hoyrdist, at Andras Róin skuldi verða farin úr starvi, men hetta varð tó ikki váttað. Spurdur, nær Peter S. Holm fekk boðið møguleikan at taka við starvinum sum stjóri í felagnum, svarar hann, at tað síðstu vikuna hevði verið tosað nakað um tað, men at tað var ikki fyrr enn seint gjáramorgunum og seinnapartin í gjár, at tað heilt konkret lá eitt tilboð á borðinum.
Peter S. Holm var eisini skjótur og tók av, tí longu klokkan 15.30 kundi nevndin í Smyril Line kunngerða, at hann varð settur í starv.
Tá Rás2 spurdi hann, um hann ivaðist í at taka av hesum tilboðnum, svaraði hann, at tað er ein stór avbjóðing, og at ein verður noyddur at gera sær greitt, at tað krevur ein stóran arbeiðsinnsats, men at honum dámar væl avbjóðingar, og at hann tískil ikki ivaðist í at taka av tilboðnum um at gerast stjóri í Smyril Line.
Fjórði stjórin í trý ár
Fyrstu 23 árini hevði Smyril Line bert ein einaráðandi stjóri. Tað var nevniliga stigtakarin til Smyril Line, Óli Hammer, sum sat frá 1982 til 2005.
Tá Óli Hammer fór úr starvi á vári 2005, kom norðmaðurin Jan Walle í hansara stað. Hann helt bert frá 1. apríl 2005 til 1. desember, tá Tummas Magnussen tók við. Hesin sat tá sum nevndarformaður, men setti seg sjálvan í starvið hjá norðmanninum 1. desember. Hann helt eitt ár og nakrar mánaðir, til Andras Róin gjørdi honum kynstrið eftir og fór úr nevndarformannssessinum og setti seg í stjórastólin. Fyrst sum fyribilssettur frá juni til september í fjør, og síðani í føstum starvi.
Og í gjár kom so enn ein nýggjur maður á brúnna á Smyril Line, tá Peter S. Holm tók við róðurpinninum.
Sostatt er Peter S. Holm tann fjórði stjórin í felagnum í trý ár, og liggur ábyrgdin at venda gongdini í felagnum nú á hansara herðum.