FÓTBÓLTUR
Hósdagin fer Petur Reinert av landinum til Polands, har hann skal døma nakrar dystir í einum U17-landsliðsbólki, ið telur Poland, Eysturríki, Grikkaland og Armenia. Tá hann har hittir starvsfelagar úr øðrum londum, kann hann í øllum førum breggja sær av, at hann er tann besti í Føroyum.
– Eg hevði slett ikki væntað, at eg skuldi gerast ársins dómari í ár, tí eg havi verið í nøkrum óhepnum hendingum, sum eru blivnar blástar upp í fjølmiðlunum, men allíkavæl er hetta avgjørt eitt herðaklapp at fáa, og tað eri eg glaður fyri, segði Petur Reinert, ið hevði eitt skemtandi prik til spælararnar, ið vóru savnaðir í Bowlinghøllini í Havn í gjárkvøldið.
– Eg dugi kanska ikki betur at floyta, enn hinir dómararnir, men helst betur enn meginparturin av kramminum, sum er her í kvøld. Hesi hava tað við at gerast eitt sindur heit viðhvørt, men tað er øgiliga stuttligt, øgiliga avbjóðandi og øgiliga gevandi eisini at døma føroyskan fótbólt.
Viðvíkjandi hesum »óhepnu hendingunum«, er slett ikki óhugsandi, at opinleikin hjá Peturi í sambandi við hesar hendingar hevur verið viðvirkandi til, at hann fekk viðurkenningina, tí tað skilst millum orðini, at hann fegin hevði viljað býtt tagnarskylduna hjá dómarunum í 48 tímar um við 48 minuttir…
– Eitt sindur meira opinleiki skaðar avgjørt ikki, tí tað er fínt, tá tosað verður um tingini, segði Petur, sum somuleiðis staðfesti, at herðaklappið heldur ikki kemur heilt av ongum, tí sum dómari brúkar hann sanniliga eisini nógva tíð til starvið.
– Tað skal nógv venjing til, tá eg skal flyta henda kroppin, sum eg havi. Eg brúki eisini nógva tíð upp á dómaraarbeiðið, og tað ber bara til, tí baklandið heima við hús er so gott.