Í dag meðan Petur Knudsen venur á Tórsvølli við landsliðnum, hevur Lyngby boðað frá, at hann saman við trimum øðrum spælarum ikki halda fram í felagnum.
Petur Knudsen hevur spælt 34 dystir Lyngby og var við til at bjarga felagnum í bestu deildini hetta kappingarárið.
- Vit hava verið galð fyri at hava teir í hópinum. Tríggir teirra eiga stóran lut í ótrúliga kappingarárinum, sum vit júst hava havt, skrivar Lyngby.
Tann fjórði er fyrrverandi verjuspælarin hjá B36, Thor Høholt. Hann hevur verið útleigaður til Nykøbing FC.