Petur Lundin gloymt alt um føroysku Mariann

Petur Lundin hevur eftir øllum at døma gloymt alt um føroysku Mariann Poulsen, tí nú hevur hann funnið sær eina aðra unga damu. Sambært lógini eru Peter Lundin og Mariann Poulsen framvegis hjún, men eftir øllum at døma hevur Peter Lundin góðtikið skilnaðin, tí nú hevur hann funnið sær eina aðra unga kvinnu, ið javnan vitjar hann handan læstar dyr.

 

24 ára gamla kvinnan, ið ikki vil standa alment fram heldur, at hon og Lundin hava nógv til felags, harímillum tónleik, og áhugan fyri ymsum heimshendingum. Lundin er dømdur lívslanga fongsulsrevsing fyri at taka lívið av Marianne Pedersen og hennara synum.

 

Føroyska Mariann Poulsen bleiv vígd við Peter Lundin í september 2007, men bert 11 dagar aftaná, vildu hon sum kunnugt skiljast frá hópdrápsmanninum