Petur Mittún hondbóltsmennari hjá HSF

Fyrr í vikuni undirskrivaðu formaðurin í Hondbóltssambandinum, Kristian Johansen, og Petur Mittún avtalu, sum berð í sær, at Petur Mittún verður hondbóltsmennari hjá HSF komandi kappingarár 2016/17.

 

Starvið inniber at hava ábyrgdina av allari leikaramenningini hjá HSF. Bæði í mun til tað innihaldsliga og í mun til at seta venjarar í ymisku aldursbólkunum. Í løtuni verður arbeitt við at lýsa og skriva ein føroyskan menningarleist, sum skal liggja sum grund undir menningini av føroyskum hondbóltsleikarum.

 

Ein partur av uppgávuni hjá Peturi verður at seta í verk nýtsluna av føroyska leistinum í leikaramenningini, samstundis sum tilfarið skal geva íblástur og røkka út til feløgini og hvønn einstakan íðkara. Kristian Johansen fegnast um avtaluna við Petur Mittún, sum er ein av fremstu venjarunum í landinum.

 

- Vit eru sera spentir til samstarvið við Petur Mittún. Væntandi verður hetta við til at gera leikaramenningina hjá HSF enn betri, sigur Kristian Johansen.

 

- Vit skulu miðja høgt. Leikaramenningin hjá HSF skal vera í heimsflokki, og samstundis geva feløgunum og venjarunum kring landið íblástur, sigur Petur Míttún.

 

Avtalan er fyribils fyri komandi kappingarár, og byrjar Petur í starvinum 1. juni. Men longu nú í mai verður Petur við, tá 24 U13 dreingir, sum hava verið partur av leikaramenningini í júst lokna kappingarárinum fara forvitnisliga hondbóltsferð til Danmarkar og Týsklands.