Petur Óli Samuelsen nýggjur deildarleiðari í Suðuroyar Sparikassa í Vági.
Petur Óli er 35 ár, hevur holla bankaútbúgving og drúgvar royndir innan fíggjarheimin – sjey ár í Jyske Bank og ta seinasta árið í BankNordik í Danmark. Petur Óli byrjar í nýggja starvinum 1. november 2015.
“Vit fegnast um at Petur Óli verður ein partur av Suðuroyar Sparikassa, og ynskja honum og familjuni vælkomnan til Suðuroynna” – sigur Søren L. Bruhn, stjóri á heimasíðuni hjá Suðuroyar Sparikassa.