Petur Pólson útgávukonsert í Reinsarínum

Fríggjakvøldið 15. mai hevur Petur Pólson útgávukonsert í Reinsarínum í Havn. Hetta verður sostatt fyrsta framførsla av nýggju løgunum, sum verða at hoyra á fløguni ?Tokyó? Fríggjakvøldið 15. mai verður útgávukonsert í Reinsarínum í Havn. Talan er um fyrstu framførslu av fløguni ?Tokyó?, sum er heitið á nýggju fløguni hjá Petur Pólson.

 

Um fløguna er at siga, at tað er nakað øðrvísi, enn tað vit áður hava hoyrt frá Petur Pólson. Til ber at hoyra fyrstu løgini av fløguni á heimasíðu hansara www.peturpolson.com og á hansara myspace síðu www.myspace.com/peturpolson

 

Aðrir tónar verða eisini at hoyra í Reinsarínum hetta kvøldið, tá ið Bendar Spónir hita upp, áðrenn stóru frumframførsluna.