Petur Reinert fær risa uppgávu

Um góðar tvær vikur fara fýra føroyskir dómarar og hjálpardómarar at leiða dystir í Copa del Sol-kappingini í La Manga í Spania. Talan er um teir fýra Petur Reinert, Dagfinn Forná, Jens Albert Simonsen og Thorvald J. Petersen.

 

5. februar skal Petur Reinert leiða dystin ímillum stórfeløgini FCK og Shakhtar Donetsk. Dagin fyri leiðir Dagfinn Forná dystin ímillum Olimpija Ljubljana og Dalian Aerbin. Hjálpardómarar til báðar dystirnar vera Jens Albert Simonsen og Thorvald J. Petersen.

 

Eisini Lassin Isaksen verður við á ferðini sum eygleiðari.

 

Lesið annars samrøður v.m. um evnið í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum, sum kemur á gøtuna í morgin.