Petur Reinert var ikki faðir á studningsbúskapinum

-

Í Sosialinum 25. mai 2000 hevur Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, eina viðmerking um Petur Reinert, sála. Sagt verður soleiðis í greininini. "Hesin grunnur (Ráfiskgrunnurin) ella henda skipan hevur síðani útgoldið nógvar milliardir í studningi til okkara høvuðsvinnu. Í tíðarskeiðinum frá 1980 til og við 1990 góðar 3 mia. kr. Sama tíðarskeið kostaði okkum 1,6 milliardir krónur í mistum veðhaldum".

Lesarin fær av hesum ta mynd, at Petur bæði hevur politisku ábyrgdina av studningsruðuleikanum í áttatíárunum og teimum veðhaldum, sum vóru veitt eftir lóg un endurnýgging av skipaflotanum í áttatiárunum.

Petur fær ikki vart seg, men einki er meira skeivt enn at geva honum skyldina fyri studningsóskilið í áttatiárunum. Tað er rætt, at Petur hevði politisku ábyrgdina av heildarloysnini, sum var eitt politiskt stig hjá tí tásitandi landsstýri móti tí ógvisliga prísfalli, sum hevði verið á fiski frá 1974 til 1975.

Men ráfiskagrunnurin varð ikki dánaður, so sum Petur Reinert hevði ætlað. Fyri tað fyrsta vildi Petur hava hann í søluliðnum heldur enn í avreiðingarliðnum. Hann sá púra greitt vandan av at leggja skipanini í avreiðingarliðið, tí á tann hátt fór einki trýst at vera á søluliðið og virkisliðið, men trýstið for at liggja á landskassanum. Hesum sjonarmiði fekk hann ikki meiriluta fyri hvørki í landsstýrinum ella á løgtingi.

Petur vildi heldur ikki, at Ráfiskagrunnurin skuldi vera ein studningsskipan, men ein javningarskipan, har goldið varð inn í grunnin í góðum tíðum og úr grunninum í ringum tíðum. Landskassin skuldi bert veita eitt stovnsfæ og síðani skuldi Grunnurin hvíla í sær sjálvum. Hetta varð eisini arbeiðsetningurin hjá nevndini fyri Ráfiskagrunnin tey fyrstu. Tað var to ringt at fáa meiriluta í nevndini fyri hesum sjónarmiði, sum fráleið og eisini tyktist ofta at vera ein sterkur politiskur vilji at gjalda meira inn í grunnin.

Tann stóra broytingin í Ráfiskagrunninum sum studningsveitari kom tó ikki fyrr enn í 1983, tá tásitandi landsstýri broytti hann frá at vera ein javningargrunn til ein grunn, sum í veruleikanum skuldi fíggja fiskiskap eftir fisksaløgum, sum upsa og kongafiski.

At leggja Petur Reinert undir at eiga ábyrgdina av tí studningsbúskapi, sum hevur merkt Føroyar frá seinast í fimtiárunum og fram til nítiárini og sum fekk sínar mest ógvisligu avleiðingarnar í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum, er púra burturvið og kann ikki fáa loyvi at standa uttan svar.


Kjartan Hoydal