Petur: Súrt at missa sigurin móti dystarenda (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu Petur Knudsen legði NSÍ á odda 1-0 móti KÍ, og hoyr hann seta orð á málið og vónbrotið ikki at vinna

(Hoyr málið hjá Petur Knudsen, og hoyr samrøðu við málskjúttan)

NSÍ var á sigurskós aftaná Petur Knudsen legði teir á odda 1-0 við Djúpumýrar í Klaksvík tá 18 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, men í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat javnaði Jonn Johannesen fyri KÍ, og NSÍ mátti taka til takkar við einum stigi. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá málinum hjá Peturi Knudsen.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Petur Knudsen.

Fyri Petur Knudsen og liðfelagarnir var tað eitt stórt vónbrot, at tað ikki bar heim, og Petur hevur eina slaka kenslu av ikki at fáa fullan pott í Klaksvík í dag.

HER  ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge segði frá málinum hjá Jonn Johannesen. 2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jonn Johannesen tá dysturin var liðugur. 

(Hoyr málið hjá Petur Knudsen, og hoyr samrøðu við málskjúttan)