Petur Sigurð vann risafinalu

Judo: Teir báðir, Petur Sigurð Johansen og Edvard Johanessen úr Sunda Judofelag, eru báðir tveir risar og viga omanfyri 100 kilo. Teir hittust í finaluni í opnum bólki, har Petur Sigurð syfti liðfelagan og vann gull.

Størsti spenningurin í judo mundi vera um hvør fór avstað við gullinum í opna bólkinum. Í finaluni hittust liðfelagarnir úr Sunda Judofelag, Petur Sigurð Johansen og Edvard Johanessen. Petur Sigurð var eisini í finaluni í fjør, men tá fekk hann silvur eftir at hann tapti ímóti Áka Davidsen.

Petur Sigurð Johansen hevur víst seg at verið hin stinnasti í ár og hevur havt takið á Edvardi í nærum alt ár, so tað mátti metast undan finaluni, at hann var favorittur.
Hóast dysturin var rættiliga javnur og báðir skoraðu yoku, so var tað ímóti dystarenda, at Petur Sigurð gjørdi av við liðfelagan. Hann vann upp á eitt sokallað ippon, sum merkir, at hann vinnur dystin á staðnum.
Báðir eru tveir royndir judo-menn og tað var greitt, at allar minsta villan fór at verða revsað, og so skjótt Edvard setti fótin skeivt, sló Petur Sigurð til og vann FM-gull.

Regin unglingameistari
Aftur í ár vóru finalurnar hjá unglingum eisini við á stóra finaludegnum. Hetta komst av teirri orsøk, at judo hevur trupult við at fáa mannað allar finalurnar hjá teimum vaksnu – serliga eftir at fleiri eru fluttir av landinum í lestrarørindum seinastu tíðina.
Í finaluni hjá unglingum megnaði blaðungi 15 ára gamli Regin á Rógvu úr Sunda Judofelag at vinna finaluna ímóti tí tvey ár eldri Ari Johannesen úr Havnar Judofelag.
Í bronsudystunum vann Bárður H. Lenvig úr Havnar Judofelag ímóti Torkili S. Jógvansson úr Sunda Judofelag, meðan Flóvin Jacobsen úr Havnar Judofelag vann ímóti liðfelaganum Gunnar Magnussen í hinum bronsudystinum.

Nicolaj bronsu
Í eina bronsudystinum í opna bólkinum hjá teimum vaksnu var tað Nicolaj Skoubo úr Havnar Judofelag, sum vann eina serstakliga spennandi finalu ímóti Andreasi Sumberg úr Sunda Judofelag. Nicolaj legði seg á odda beinanveg við yoku, men seint í dystinum javnaði Andreas við einari yoku. Nicolaj hevði tá fingið revsing og lá til at tapa, men tá ið tvey sekund vóru eftir fekk Nicolaj enn eina yoku og vann dystin.
Í hinum bronsudystinum var tað Sigmundur Johannesen úr Skálafjarðar Judofelag, sum vann ímóti Sigurbjørn Mørkøre úr Sunda Judofelag. Sigmundur vann upp á eina yoku og meiddi sær økslina í stríðnum um at vinna bronsuna.

Torkil ársins fightari
Á felags gallaveitslu eftir finalutiltakið vórðu ársins eitt og annað sum vant kosin, og sum siður er hjá judo, varð ein útnevndur ársins fightari. Henda heiður vann tann bara 14 ára gamli Torkil S. Jógvansson úr Havnar Judofelag.